Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ítróttur og seksuellur ágangur

John William Joensen

Nú fótbóltskappingin so smátt er við at fara í gongd aftur, skipar KÍ fyri fundi fyri áhugað við evninum: “Eigur eitt ítróttarfelag sum KÍ at hava ein politikk viðvíkjandi seksuellum ágangi móti børnum og ungum?”

Tíðindaskriv – 28. jan 2013 17:25

Nú fótbóltskappingin so smátt er við at fara í gongd aftur, skipar KÍ fyri fundi fyri áhugað við evninum: “Eigur eitt ítróttarfelag sum KÍ at hava ein politikk viðvíkjandi seksuellum ágangi móti børnum og ungum?”

Hans Mourits Foldbo, psykologur hevur upplegg um evnið, og lagt verður upp til kjak.

Øll áhugaði, bæði venjarar, foreldur og onnur eru vælkomin.

Fundurin verður á KÍ-loftinum hóskvøldið tann 31. januar kl 19.30