VÍF menninir hava áleið somu styrki, meðan kvinnurnar missa týðandi leikarar, staðfestir formaður í VÍF, Áki Olsen.
Í fjør komu bæði liðini hjá VÍF í FM finalurnar, har bæði tó taptu. Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í hæddini. Formaður í VÍF er Áki Olsen. Um mansliðið komandi ár sigur hann soleiðis.
– Filip Jojic og Mads Eriksen halda fram og tað sama gera teir flestu av teimum lokalu. Ivamál er um Agnar Joensen og Sámal Joensen, sum hótta við at gevast. Men vit vóna, at teir taka eitt tørn afturat. Zarko Pejovic kemur ikki aftur og annars er talan um ein endaligan hóp, tí vit fara ikki út eftir styrki afturat, sigur Áki Olsen við Norðlýsið.
Um kvinnulið sigur hann, at tær missa týðandi leikarar.
– Durita Ljósstein fer av landinum og Agnas Olsen verður helst heldur ikki við. Annars halda tær flestu fram. Vit kundu hugsa okkum onkran styrk, tí hópurin kundi verið breiðari. Ein spæliskipari hevði munað væl, men nú fáa vit at síggja, sigur Áki Olsen at enda.
Mynd: Álvur Haraldsen




