(U21 landsliðið er sett) Ein broyting er framd hjá U21 landsliðinum, ið skal spæla íMontenegro í kvøld.
Føroyska U21 landsliðið er sett til kvøldsins dyst. U21landsliðsvenjararnir hava ikki valt at gjørt sum A-landsliðsvenjararnir við atfáa nógvar úthvíldar leikarar inn. Ístaðin er bara ein broyting, sum varneyðug, tá Rógvi Joensen meldaði avboð. Inn fyri hann kemur Ivan Joensen. Helst er tað sannførandi avrikið móti Rumenia, ið hevur gjørt tað trupult hjá venjarunum at gjørt nakra útskifting.
Føroyska liðið er hetta: Kristian Joensen – Bárður Hansen,Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Rene S. Joensen – Ivan Joensen, Bogi R.Petersen, Árni Frederiksberg, Gilli Sørensen, Ari Ellingsgaard – Gunnar Zachariassen.
Mynd: Christian Johannesen




