Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ivasamt um fólkatkvøðan broytir politiska veðurlagið í Hvannasundi

John William Joensen

Í dag er fólkaatkvøða í Hvannasundi um Kommunusamanlegging – men sum støðan er í bygdarráðnum er sannlíkt at meiriluti neyvan verður fyri samanlegging

Tað verður dúgliga tosað um fólkaatkvøðuna norðan fyri fjall, men eftir útsøgnunum at døma verður greiður meiriluti av fólkinum ímóti at leggja saman.

Høvuðsorðsøkin tykist verða at klandur hevur verið í bygdarráðnum í longri tíð og at bygdarráði í veruleikanum er óarbeiðsført.

Fólk eru ikki sørt ørkimlaði av støðuni og tað kemur greitt til sjóndar, tá tosað verður um kommunusamanlegging.

Stórur partur av teimum, sum hava valrætt á fólkaatkvøðuni halda ikki tað hevur skund at leggja saman, tí í løtuni er kommunukassin væl fyri og tí eigur Kommunan fyrst at seta tær ætlanir í verk, sum liggja fyrst fyri. 

Funnist verður eisini at einum faldara, sum meirilutin í Hvannasunds Kommunu hevur latið gjørt – saman við Klaksvíkar Kommunu.
Her eru ov nógv lyfti givin – sum fólk hava ilt við at trúgva uppá.

Flestu vanta tó at samanleggingin verðru veruleiki um ikki so langa tíð og tað er ein rættuliga stórur partur av fólkinum, sum heldur tað verða nátúrligt at norðoyggjar verður ein Kommuna.

Men av tí at signalini frá bygdarráðnum eru so ymisk eru flestu veljarar samdir um at óivað er best at bíðja.

Um støðan í bygdarráðnum fer at batnað eftir bygdarráðsvalið í heyst er trupult at meta um – tí kluftin millum bygdarráðslimir er sera djúp og verður neyvan grynnri eftir at uppskotið hjá einum meirluta av bygdarráðslimum – um kommunusamanlegging fellur á eini fólkaatkvøðu.

Líkamikið um ein er fyri ella ímóti eini samanlegging – má sigast, at tað er neyðugt í slíkum málum, at teir politikarar, sum eru valdir at størnað eini bygd – megnað at byggja brýr tvørtur um ósemjur.

Støðan í bygdarráðnum í Hvannassundi skapar split í millum bygdarfólki og sárini eftir fólkaatkvøðuna kunnu gerast ein álvarsom hóttan móti framhaldandi framburði í bygdini.