Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ivasamt um vápnahvíld

Danial Viðoy

Leiðarar fyri Týskland, Frakland, Ukreina og Russland eru í løtuni samlaðir í Minsk til tess at fáa eina vápnahvíld í lag. Fyrr í morgun varð sagt, at ein vápnahvíld var fingin í lag, men nú er aftur ivasamt um nakra vápnahvíld.

Leiðarar fyri Týskland, Frakland, Ukreina og Russland eru í løtuni samlaðir í Minsk til tess at fáa eina vápnahvíld í lag. Fyrr í morgun varð sagt, at ein vápnahvíld var fingin í lag, men nú er aftur ivasamt um nakra vápnahvíld.

Ukreina hevur havt betri dagar. Seinastu tíðina hava blóðugir bardagar verið gerandiskostur, sum hava kravt nógv mannalív. Orsøkin er ósemja við Russland. Nú sita londini við samráðingarborðið og royna at fáa eina friðarsemju í lag.

Fyrr í morgun hoyrdist, at vápnahvíld ella ein friðaravtala varð gjørd millum Russland og Ukreina. Avtalan bar í sær at vápnahvíld skuldi setast í gildið innan 48 tímar.

Men nú er aftur sáddur ivi um tað í útlendskum miðlum. Forsætisráðharrin í Ukreina, Porosjenko, hevur latið ljóðað til ein russiskan miðil, at enn eru eingi góð tíðindi viðvíkjandi samráðingunum landanna millum.

Sambært BBC metir Porosjenko, at krøvini frá Russlandi eru ein ov stórur biti at gloypa.

Tað nýggjasta er so statt nú, at at nýggjar samráðingar eru farnar í gongd.

Ósemjan millum Russland og Ukreina byrjaði annars í aprílmánaða í fjør og hevur síðani tá kravt 5.300 mannalív. – Høvuðsorsøkin til ósemjuna er Krim-hálvoyggin, ið bæði londini vilja eiga.