Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ivasamt við kanningini av løgmanni

ting.fo

Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin, ivast í, um tað er rætt at kanna teir báðar, løgmann og fyrrverandi landsstýrismannin við innlendismálum, sum støðan er júst nú, skrivar ting.fo

Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin, ivast í, um tað er rætt at kanna teir báðar, løgmann og fyrrverandi landsstýrismannin við innlendismálum, sum støðan er júst nú, skrivar ting.fo

Við útvarpið segði hann á middegi, at verður framhaldandi sett spurnartekin við trúvirði og integritetin hjá kanningarstjóranum, so er ivasamt um tað í heila tikið loysir seg at halda fram við kanningini.

Eivin Jacobsen er limur í landsstýrismálanevndini, sum mælti til at ein kanning var gjørd av løgmanni og fráfarna landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard.

– Um kanningin ikki fær nóg stórt trúvirði og ivi framhaldandi verður settur um kanningarstjóran, so er spurningurin um hon yvirhøvur skal gerast. Endamálið er at endurvinna politisku skipanini trúvirði, sigur Eivin Jacobsen.

– Tað er umráðandi at hendan kanningin verður gjørd rætt, tí komandi kanningar fara at hyggja at hvussu hendan bleiv gjørd. Tað er avgerandi fyri okkara fólkaræði, sigur Eivind Jacobsen.