Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íverksetan fyri tilflytarar

Nordlysid

Í vikuskiftinum verður spennandi skeið í Klaksvík fyri tilflytarar. Tá fer Íverksetarahúsið saman við Klaksvíkar kommunu at skipa fyri Startup International, har tilflytarar úr øllum landinum fara arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum.

Í vikuskiftinum verður spennandi skeið í Klaksvík fyritilflytarar. Tá fer Íverksetarahúsið saman við Klaksvíkar kommunu at skipa fyriStartup International, har tilflytarar úr øllum landinum fara arbeiða við atseta nýtt virksemi í gongd í Føroyum.

 

Við nýggja integratiónspolitikkinum hevur Klaksvíkarkommuna lagt seg á odda, tá ið tað snýr seg um at taka ímóti fólki avútlendskum uppruna og at síggja tey sum part av samfelagnum, fult á hædd viðrestina av okkum.

Nú verður roynt at fáa tilflytarar í gongd at arbeiðavið nýggjum hugskotum at seta nýtt vinnuligt virksemi í gongd í Føroyum.Fríggjadagin byrjar Startup International, har Íverksetarahúsið og StartupInternational bjóða tilflytarum úr øllum landinum at arbeiða við nýggjumhugskotum.

Tilflytarar hava serligar avbjóðingar av ymiskumorsøkum. Mál, siðir, lógir, mannagongdir í samband við skattlig viðurskifti ogannað eru avbjóðingar, sum serliga gera seg galdandi fyri tilflytarar.

Á Startup International verður kunnað um neyðugapappírsarbeiðið, mentanina í føroyska handilslívinum, ráð um hvussu tú skaparog mennir hugskotið, tú hevur við til skeiðið, umframt at professionelt íkastverður frá týðandi handilsfólki og bókhaldarum.

Startup International byrjar í býráðshøllini íKlaksvík fríggjadagin 22. mai 2015 klokkan 17.00, har Óluva Klettskarð,forkvinna í Vinnu- og Havnanevnd býráðsins, bjóðar vælkomið. Skeiðið heldurfram alt vikuskiftið, har virksemið verður bæði býráðshúsinum ogÍverksetarahúsinum á Garðavegur 57.

 

Virðisløn til vinnandi hugskotið

Skeiðið endar við einum almennum tiltaki íbýráðshøllini sunnudagin 24. mai 2015 klokkan 16:00, har øll eru vælkomin. Táfara luttakararnir at leggja fram teirra vinnuligu hugskot fyri einaridómsnevnd, sum fer at meta um hugskotini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fersíðan at handa vinnarunum eina virðisløn, sum er 10.000,- kr.

Enn eru pláss eftir. Tekning fer fram á is@is.fo ella wim@klaksvik.fo.Luttøkan er ókeypis, og allir tilflytarar eru vælkomnir, líka mikið hvar ílandinum, tú býrt.

 

Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið