Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íverksetan: SEYÐ til Danmarkar

Annika Steintórsdóttir Biskopstø

Næmingar ætla at bjálva jakkar við føroyskar ull. Ullin skal leggjast í eina ávísa tjúkd, sum er hóskandi til bjálving. Síðan skal hon brúkast til teir vælumtóktu dýnujakkarnir, sum í dag ofta innihalda syntetisk og ónátúrlig evni

Næmingar ætla at bjálva jakkar við føroyskar ull. Ullin skal leggjast í eina ávísa tjúkd, sum er hóskandi til bjálving. Síðan skal hon brúkast til teir vælumtóktu dýnujakkarnir, sum í dag ofta innihalda syntetisk og ónátúrlig evni

Hugskotið, sum Rógvi Langgaard, Laila Poulsen, Jan Jacobsen og Sólfríð J. Djurhuus úr Miðnámi á Kambsdali hava ment, fer í næstum út um føroysku landoddarnar. Hetta varð greitt eftir at fyritøkan SEYÐ vann kappingina Ungt Virki miðskeiðis í mars mánaði. Vit hava hitt næmingarnar ein vakran dag áðrenn páskafrítíðina, og sett teimum nakar spurningar um íverksetan og framtíðarætlanir.

Hvussu komu tit fram til hugskotið?

Tað var í lærugreinini innovation, at vit komu fram til hugskotið. Vit ynsktu at gagnnýta eina føroyska rávøru, og so komu vit í tankar um ullina, vit hava her á landi. Helmingurin av ullini verður burturbeind, so vit vildu steðga burturkastinum og hugsa okkurt nýtt. Tí, ull er Føroya gull – ella var, og kann kanksa blíva tað aftur?

Hvat er serliga gott við tykkara verkætlan?

Vit hava 75.000 seyðir kring oyggjarnar. Hetta sigur okkum hvussu týdningarmikið hetta kríatúr hevur verið og framvegis er fyri føroyingar. Seyðurin verður kliptur eina ferð um árið, og bøndur hava stórar trupulleikar at sleppa av við ullina, so við okkara fyritøku SEYÐ, fara vit hjálpa bæði bøndrum og samfelagnum.

Hvussu hava tit fyrireikað tykkum til Ungt Virki?

Her á skúlanum verður eggjað til at luttaka í Ungt Virki. Um ein skal luttaka í einari slíkari kapping, er neyðugt, at tað tú fert til kapping við er forvitnisligt og hevur nøkur virðir at bjóða. Sum árið skreið fram, blivu vit sannførd um, at okkara fyritøka SEYÐ, lúkaði øll hesi krøv. Síðan hava vit miðvíst arbeitt við uppgávuni, í teimum tímum vit hava havt innovatión.

Hvat fer at henda hjá tykkum nú tit hava vunnið?

Nú skulu vit til DM í Young Enterprise í Keypmannahavn. Í kappingini luttaka uml. 30 bólkar. Í Danmark kenna tey sjálvsagt ikki eins væl til seyð, sum vit gera. So tað fyrsta vit fara at gera er, at hava eina so greiða framløgu sum gjørligt, sum lýsir okkara fyritøku á bestan hátt. Hetta er tó ein avbjóðing, tí framløgan skal ikki vera longri enn fýra minuttir.

Hvørjar avleiðingar kann tað hava, at vera við í einari slíkari kapping?

Í einari kapping, vinnur tú einans, um tú ert betri, enn øll hini tú kappast ímóti. Hetta í sær sjálvum er sera mennandi. Tú lærir at arbeiða við einari fyritøku, og fært sostatt innlit í mannagongdir. Tú kemur eisini at tosa við fólk, sum hava drúgvar royndir í veruliga lívinum.

Er hetta ein verkætlan tit ætla at arbeiða víðari við eftir kappingina?

Tað er torført at svara uppá. Fyrst vilja vit luttaka í kappingini í Danmark, og um vit fáa positivar afturmeldingar har, so er ikki óhugsandi at vit ganga plankan út.

Vit hava longu nú sett okkum í samband við nakrar fyritøkur, ið skulu hjálpa okkum at virka okkara vøru bæði her heima og uttanlanda. Tað góða við føroyska samfelagnum er, at tað í summum førum ikki skal meir enn ein uppringing til og so koyrir framleiðslan. Men fyri tað skal bera til at fara allan vegin, mugu vit hava ein íleggjara.

Hvat er tykkara besta ráð til onnur ið hava ein íverksetara í búkinum?

At vera tolin, tola hart arbeiði og ikki vera bangin fyri at summi ting ikki hepnast. Eitt annað sum er umráðandi hjá einum íverkseta er at hava sjálvsálit. Um ein hevur væntandi áræði, verður tað sera trupult at sannføra nakran um, at títt hugskot er vert at arbeiða við.

Harleywoodpaint