Løgtingið góðkennir, at landsstýrið miðvíst arbeiður fyri at bøta um korini hjá føroyskum íverksetarum.
Uppskot til samtyktar
Løgtingið góðkennir, at landsstýrið miðvíst arbeiður fyri at bøta um korini hjá føroyskum íverksetarum. Hetta skal gerast soleiðis:
Í fólkaskúlanum skal dentur leggjast á íverksetan við verkætlanum og evnisdøgum, serliga har íverksetarar úr vinnulívinum luttaka og kveikja. Allir miðnámsskúlanæmingar skulu hava tilboð um frálæru í íverksetan.
Íverksetarahús kring landið skulu fáa almennan stuðul. Men tað hevur stóran týdning at hesi virka í tøttum samstarvi við vinnulívið. Samstarvið ímillum íverksetarahúsini og vinnulívið skapar tann dynamikkin, sum skal til fyri, at ala fram góð úrslit á íverksetaraøkinum. Hesi hús skulu hjálpa íverksetarum at koma skjótt í gongd og virka sum snarskiva mótvegis almennum myndugleikum.
Atgongd til váðafúsan kapital skal betrast. T.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.
Frádráttur í skatti verður veittur til uppsparing til íverksetan.
Viðmerkingar
Íverksetarar hava stóran týdning fyri vøksturin í búskapinum í einum samfelag. Tað er í nýggjum virkjum, at nýggj hugskot koma undan kavi og vera roynd. Íverksetarar bjóða verandi virkjum av og økja um kappingina.
Í Føroyum hevur lítið og einki verið gjørt frá almennari síðu fyri at betra um karmarnar hjá íverksetarum. Tó hava vit fyri einum ári síðani fingið fyrsta íverksetarahúsið í Føroyum. Íverksetarahúsið í Klaksvík er fíggjað av EIK og Klaksvíkar kommunu. Sjálvt um húsið liggur í Klaksvík so røkjur húsið uppgávur kring alt landið í tøttum samstarvið við føroyska vinnulívið.
Í okkara grannalondum hevur tað víst seg, at íverksetarahús uttan fyri tað almenna geva munandi betur úrslit enn almennir stovnar. Tí er frá almennari síðu valt at stuðla hesum ísverksetarahúsum, heldur enn at veksa um almennar stovnar. Hesi hús eiga tí at verða stuðlaði beinleiðis.
Eins og fólk í øðrum Norðurlondum vilja nógvir føroyingar stovnað egið virki. Tað sæst á føroysku hagtølunum um stovnað partafeløg og smápartafeløg. Í 2005 vórðu stovnað 38 partafeløg og 197 smápartafeløg. Hetta talið vaks nógv í 2006 og 2007. Í 2007 vórður stovnað 51 partafeløg og 426 smápartafeløg. Hugurin at stovna egið virkið er sostatt tilstaðar. Tað sum manglar er, at man frá almennari síðu skapar karmar soleiðis, at hesi virkir hava trivnaðar og vakstrarlagið í lagi.
OECD sigur, at týðandi faktorar fyri íverksetan í einum samfelag eru:
Íverksetarahugburður
ìverksetaraskipanir
Fíggjarmøguleikar
Skattaviðurskifti
Lógarkarmar og reglur
Smidlig fyrisiting
Grundarsteinurin í einum samfelagi við nógvum íverksetarum er ein mentan, sum er eyðkend við viljanum og evnunum at hugsa nýtt, og sum vísur vilja og dirvi. Grundarsteinurin undir eini sterkari, sjálvstøðugari mentan skal leggjast í fólkaskúlanum. Í miðnámsskúlanum skulu næmingar hava tilboð um undirvísing í íverksetan og nýskapan.
Betri atgongd til vágafúsan kapital og nýggj fíggjaramboð skulu geva íverksetarum betri møguleika at fáa kapital til hugskot síni. Í londunum rundan um okkum veitir man skattalætta til íverksetarar, sum hevur víst seg, at elva til størri vøkstur og fleiri íløgur.
Eins og tað er umráðandi at skapa karmar við at gera lógir, kunngerðir og skipanir, sum hava týdning fyri vinnuliga umhvørvið, líka so umráðandi er tað hjá landsins stovnum at umsita hesar fyriskipanir væl og smidliga. OECD sigur, at lættast skal um fyrisitingarligu byrðarnar hjá íverksetarum. Tænastur, sum hava týdning fyri íverksetaran, skulu savnast á einum stað og viðgerðartíðir skulu styttast.
Vegnað Fólkaflokkin
Jørgen Niclasen




