Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íverksetarakvøld í Atlantis

Høgni Klakkstein

Tygum eru hervið boðin hjartaliga vælkomnum til íverksetarakvøldið, mánakvøldið 15. januar. Tiltakið verður frá 19:00 til 21:00 og verður hildið í mentannarhúsinum Atlantis í Klaksvík.

Føroyar hava fingið sítt fyrsta íverksetarahús, nevniliga Íverksetarahúsið í Klaksvík.
Íverksetan verður í dag mett at hava stóran týdning fyri útvikling og dynamikk í vinnulívinum,
og tí er tað eitt satt gjøgnumbrot, at Klaksvíkar kommuna, Vinnumálaráðið og Eik bank hava
valt at stuðlað Íverksetarahúsinum.

Fyri at tryggja eitt høgt fakligt støði frá byrjan av, samstarvar Íverksetarahúsið beinleiðis við World class vinnuhúsið Birc Estate í Herning.

Fyrireikingarnar av Íverksetarahúsinum hava eisini verið gjørdar í tøttum samstarvi við vinnulívið í Klaksvík, umboðað av Klaksvíkar vinnulívsráði.

Endamálið við íverksetarahúsinum er at styrkja íverksetarar við íverksetaraskeiðum á høgum fakligum og inspirerandi støði, og at bjóða íverksetarum við lovandi virkisætlanum at byrja
sínar fyritøkur í leigaðum hølum í tí nýskapandi umhvørvinum í Íverksetarahúsinum.

Tygum eru hervið boðin hjartaliga vælkomnum til íverksetarakvøldið, mánakvøldið 15. januar. Tiltakið verður frá 19:00 til 21:00 og verður hildið í mentannarhúsinum Atlantis í Klaksvík.

Skráin fyri kvøldið:

1. Vælkomin til Klaksvíkar – til íverksetan í Føroyum, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

2. Um nýggja Íverksetarahúsið í Klaksvík, Rani Nolsøe, leiðari

3. Hvat vil landsstýrið við íverksetan? Bjarni Djuurholm, landsstýrismaður í vinnumálum

4. Um íverksetan í topp trimmaða íverksetarahúsinum Birc Estate i Herning, DK, Jens Ravn, chefkonsulentur

5. Um váðafúsan íverksetarakapital í Føroyum, Eik bank

6. Ein rimmar successøga um íverksetan, Søren Ejlersen, íverksetari og stjóri í Årstiderne

Harleywoodpaint