Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ivi sáddur um, hvørt ætlanin hjá fiskimálaráðnum kann førast út í lívið

John William Joensen

Vísandi til stýrisskipanarlógina og altjóða sáttmálar sum Føroyar hava bundið seg til, ivast Føroya Arbeiðsgevarafelag í um lóggáva um at frítaka manningar fyri at rinda tilfeingisgjald, er lóglig.

Vísandi til stýrisskipanarlógina og altjóða sáttmálar sum Føroyar hava bundið seg til, ivast Føroya Arbeiðsgevarafelag í um lóggáva um at frítaka manningar fyri at rinda tilfeingisgjald, er lóglig.

Sí her
Hoyringsskriv – lóg um uppboðsølu, veiðugjald v.m.

Hoyringsskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hoyringsskriv til uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016

Víst verður til omanfyri nevnda lógaruppskot. Hóast uppskotið ikki liggur innanfyri vanliga virkisøkið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, er grein 6 í uppskotinum so mikið álvarslig og grundleggjandi í mun til allan arbeiðsmarknaðin, at felagið loyvir sær at gera viðmerkingar til hesa. Stykkini 1 og 2 verða viðgjørd hvør sær.

§ 6, stk. 1Stk. 1 snýr seg um, hvussu manningarnar umborð á fiskiførum, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu lønast. Sagt verður, at hesar manningar skulu lønast samsvarandi galdandi sáttmálum við føroysku manningarfeløgini.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera skeivt, at myndugleikarnir leggja seg út í, hvussu manningar skulu lønast. Um vit síggja burt frá lógini um uppihaldsloyvi til útlendingar ísv arbeiði § 3, stk. 1 (Folketingslov nr. 462 frá 17. juni 2008), hava vit onga lóggávu, sum ásetur á hvønn hátt ávísir starvsbólkar á føroyska arbeiðsmarknaðinum skulu lønast. Vit hava ístaðin eina skipan, har arbeiðsmarknaðurin hevur frælsan samráðingarrætt, og hann skipar á henda hátt síni viðurskifti. Slíka skipan hava vit havt í umleið 100 ár, og tað hevur eftir okkara tykki roynst væl.

Hví tað brádliga skal vera neyðugt at lógarfesta hesi viðurskifti fyri løntakarar í fiskivinnuni, er fyri okkum óskiljandi. Feløgini á arbeiðsmarknaðinum megna at halda skil á lønum og setanarviðurskiftum við at brúka tey amboð, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava rætt til at brúka. Her verður hugsað um Fasta Gerðarrættin, sum skal loysa trætur, tá sáttmáli er í gildi (rættartrætur), og um tey vanligu arbeiðsrættarligu stríðsamboðini, sum kunnu nýtast, tá sáttmáli ikki er í gildi (áhugatrætur).

Vísast skal eisini á, at slík lóggáva altíð má gerast við varsemi, tí Føroyar eru bundnar av altjóða konventiónum. ILO konventiónirnar nr. 87 um“foreningsfrihed og beskyttelse av organisationsretten”, og nr. 98 um“organisationsretten og den kollektive forhandlingsret”eru settar í gildi fyri Føroyar. Harafturat er evropeiski mannarrættindasáttmálin settur í gildi sum lóg fyri Føroyar, og hevur tí beinleiðis ávirkan á rættarstøðuna á viðkomandi økjum. Smb. grein 55 í Stýrisskipanarlógini hevur løgtingslóg ella partur av henni ikki gildi, um hon gongur móti ásetingum í altjóðarættindaavtalum, sum Føroyar eru partar av.

Meira nágreiniliga er talan um grein 11 í evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum snýr seg um“forsamlings- og foreningsfrihed”.Hóast hugtakið er yvirskipað, hevur Mannarættindadómstólurin seinnu árini sagt fleiri dómar, sum hava broytt fatanina av, hvat liggur í hugtakinum í grein 11.

Eitt nú er negativt felagsfrælsi staðfest í dómi frá 1981 (Young, James og Webster móti Stórabretlandi) og í 2006 (Sørensen & Rasmussen móti Danmark) við tí úrsliti, at ekslusivavtalur ikki longur eru loyvdar.
Haraftrat hevur dómstólurin sagt dóm í 2008 (Demir & Baykara), har rætturin at samráðast er staðfestur, og í 2009 (Yapi-Yoæ Sen), har tann sjálvstøðugi konfliktrætturin er staðfestur.

Hetta er partur av rættarstøðuni í Føroyum í dag, og tí má farast fram við stórum varsemi, tá lóggáva, sum leggur seg út í frælsar samráðingar, verður sett í verk.

Best hevði verið, um tað ikki varð gjørt, men um Fiskimálaráðið heldur fast við at lóggeva á økinum, er neyðugt, at ásetingar í lógini ikki eru í stríð við altjóða sáttmálar. Ein orðing, sum kundi verðið brúkt, er “skulu lønast sambært føroyskum hýrusáttmálum”, sum vit kenna frá lóg nr. 77 frá 4. juni 2014 um norðhavssilda- og makrelfiskiskap. Ein tílík orðing nevnir ikki einstøk feløg, og heldur ikki bólk av verandi feløgum, sum t.d. “føroysku manningarfeløgini”, sum hetta lógaruppskotið skjýtur upp.

Undir øllum umstøðum hevði tað verið rættari, at gjørt tað í yvirskipaðu lógini um vinnuligan fiskiskap, og ikki í hesi lógini, sum bara snýr seg um eitt avmarkað tal av skipum, og sum bara er galdandi tíðaravmarkað. Við hesum verður farið inn og pilkað burturúr, hvørjar fiskimenn sáttmálaásetingarnar skulu vera galdandi fyri, og hvørjar fiskimenn tær ikki skulu vera galdandi fyri.

§ 6, stk. 2

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta støðu, at stk. 2 í § 6 undir ongum umstøðum kann verða góðtikið. Hvørki politiskt ella løgfrøðiliga.

Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini hava gjørt ein sáttmála fyri fáum mánaðum síðani, og hesin sáttmáli er í gildi fram til 1. apríl 2017. At seta ásetingar í galdandi sáttmála úr gildi við lóg er eitt ógvusligt inntriv í frælsa avtalurættin, og ber eftir okkara tykki als ikki til.

Um Løgtingið tekur eitt slíkt stig, so fer spurningur at taka seg upp um, hvørt sáttmálin millum partarnar kann ógildast beinanvegin, eins og vit taka tað fyri givið, at reiðarar beinanvegin fara at leggja mál fyri rættin, har landsins myndugleikar verða stevndir eftir endurgjaldi.

Feløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava gjørt sáttmálar í umleið 100 ár, og tað vit vita, hevur ongantíð eitt tílíkt stig verið so mikið sum umhugsað. Sjálvt tá lóggivið varð um lønarsteðg undir kreppuni fyrst í 90-árunum, varð hædd tikin fyri gjørdum avtalum (Lóg nr. 90 frá 8. december 1993). Tað er heldur ikki hissini upphæddir, sum verða fluttar millum sáttmálapartarnar. Um inntøkumetingarnar í lógaruppskotinum eru rættar, so flytur hendan ásetingin umleið 50 mill. kr. frá reiðarunum til manningarnar.

Ásetingin í grein 6, stk. 2 er samanum tikið eitt álvarsligt og ógvuliga ófrættakent inntriv í samráðingarrættin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá, at hon verður sett í gildi.

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag