Jú, víst er søguliga mentanarlandslagið vert at varðveita, men ikki alt allastaðni altíð, skrivar ein viðmerkjari í kjaktroginum
Søga er tilvitan – tíðarlig, mentanarlig, fólkalívsfrøðilig, tøknilig v.m.
Gerðabøur er monument í so máta, men langt frá eindømi, tí júst tílík monument finnast so nógvastaðni í Føroyum.
Niðari partur av Gerðabøi (niðanfyri Oyravegin) og fyri stóran part tann ovari parturin við, er umaftur veltur bøur – veltur umaftur, tí hann skuldi kunna arbeiðast við maskinum. Slíkur bøur verður til nú um dagarnar har bøndur bróta upp úr nýggjum runt um landið.
Tað serstaka -unika- við hesum parti av Gerðabøi er tískil langtsíðani farið.
Hevði talan veri um teigalendi, so var kanska eitt sindur øðrvísi, tí tað gerst alt minni av tí tí tað verður tíverri viðfari fyrilitaleyst nógvastaðni.
Eftirverandi spurningurin viðv. Gerðabøi er, um vit meta økið vera neyðugt sum frílendi -fríøki- fyri býin.
Býurin fer ikki at kennast trongur og avmarkaður um vit brúka Gerðabø til bygging, tí vit hava og síggja vík, vág, haga og fjøll í ríkiligt mát.
Býurin sjálvur er ikki ovurbygdur, men sera rúmsháttur við fríøkjum sum td. Vágsbøur og Akursmørk, økið við kirkjuna, Gamli Kirkjugarður og Vágstún, Djúpamýra v.fl. – og gott er tað.
Sostatt er býurin sjálvur langt frá at vera ovurbygdur.
Tá vit nú hava hesi innaru fríøkini, kunnu vit byggja tættari og hægri í innara parti av býnum í samband við endurnýgging og víðkan av verandi bygging innanfyri verandi byggiøkir.
Hóast ognarligt stirvni, fer hetta at vísa seg at vera gongdin í býarbyggingini.
Á borgarafundinum í ítróttarhøllini varð sagt, at Gerðabøur var heilt ónýtiligur sum byggilendi, tí har er so vindhart.
Her er viðkomandi at spyrja, hvørja bygging viðmerkjarin mundi meina við. Um enn teir gomlu hava mett ólíkindir vera fyri at fáa flagtekju at halda har uppi, er ikki vist, at nútímans bygging ikki fæst at halda.
Havandi í huga hvussu avmarkaður býurin er við nýtiligum byggilendi og hvussu ríkiligt er til av fríøkjum og frílendi , helli eg mest til at vit eiga at brúka niðara part av Gerðabøi til býarfremjandi bygging.
Á borgarafundinum í ítróttarhøllini varð sagt, at Gerðabøur var heilt ónýtiligur sum byggilendi, tí har er so vindhart.
Her er viðkomandi at spyrja hvørja bygging meint verður við.
At teir gomlu mettu ólíkindir vera fyri at fáa flagtekju at halda har uppi, er ikki argument, sum kann brúkast í dag – tí hvat við tí ið longu er bygt har uppi á leiðini.
Býarfremjandi bygging er bærilig, góðskulig og snøgg – ikki afturlætnar fyrilitsleysar stálhallir !
Dulnevndur viðmerkjari




