Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ja, tað er sanniliga tápuligt

Oliver Joensen

Eg fari at geva teimum rætt, sum siga, at tað er sera tápuligt at útflyta føroyskt vatn, gera tað um til brennivín, og síðani innflyta tað aftur.

Fyri ikki at tala um at drekka tað. Men tað finnast tíverri ikki so fáir tápulingar, sum halda hetta vera skilagott.

Fyri tað fyrsta er tað tápuligt at oyðileggja tað framúr góða og reina føroyska vatnið og gera tað um til brennivín. Síðani er tað tápuligt at fara yvir um ánna eftir vatni, tí tá vatnið allíkavæl skal oyðileggjast, kundi tað tað sama verið útlendskt vatn, sum bleiv oyðilagt. Og til seinast er tað ógvuliga tápuligt at innflyta slíkt oyðilagt vatn fyri til síðst at drekka tað. Tí tað, sum kemur burturúr at drekka slíkt oyðilagt vatn, er tápulingar. Eg havi ofta møtt fólki, sum drekka slíkt oyðilagt vatn, og tað er nærum vónleyst at fáa eina líkinda samrøðu burturúr; mest tápuligt tvass, og meiri verður drukkið, meiri tápulig gerast tey, sum drekka. Tað løgna er, at fólk drekka slíkt við júst tí endamáli at gerast tápulig – av fríum vilja. Skal tað vera tápuligt, so lat tað vera tápuligt.

Góði Erling Ejdesgaard, latið okkum ikki bara vera skilmenn, men eisini skilamenn.

Bill Justinussen, løgtingsmaður