Leygardagin á middegi sat eg sum føroyingar flest og lurtaði eftir útvarpstíðindunum. Brynhild Thomsen hevði vitjan av Heðini Mortensen, sum prátaði um eitt av stóru sárunum í sínum politiska lívi: Tá hann í 2000 av órøttum bleiv ákærdur av tásitandi løgmanni Anfinn Kallsberg til formansskapin í løgtinginum fyri at hava likið trúnaðarupplýsingar
Leygardagin á middegi sat eg sum føroyingar flest og lurtaði eftir útvarpstíðindunum. Brynhild Thomsen hevði vitjan av Heðini Mortensen, sum prátaði um eitt av stóru sárunum í sínum politiska lívi: Tá hann í 2000 av órøttum bleiv ákærdur av tásitandi løgmanni Anfinn Kallsberg til formansskapin í løgtinginum fyri at hava likið trúnaðarupplýsingar
Heðin Mortensen var ósekur.
Tað var í veruleikanum ein av ráðgevunum í Tinganesi, sum hevði likið upplýsingarnar fyri at skapa øsing í fjølmiðlunum. Hetta visti Anfinn Kallsberg, løgmaður, tó ikki. Sum ein annar Iago, sum ráðgav Othello soleiðis, at hann drap ein ósekan, læt ráðgevin í Tinganesi sín løgmann leypa á ein ósekan.
Anfinn Kallsberg er í dag somikið reiðiligur, at hann hevur biðið Heðin Mortensen um umbering. Men í útvarpinum greiddi Heðin Mortensen frá, at hetta nívdi enn. Bæði Heðin Mortensen og Anfinn Kallsberg eru merktir av manipulerandi spælinum hjá ráðgevanum í Tinganesi.
Meðan eg lurti, koma boð inn á telefonina.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur skrivað eina grein, har hann illtonkir meg fyri at hava villleitt og misnýtt mítt vald sum journalistur í sendingini ”Skattamálið II”. Sjúrður Skaale vísir á, at tað havi eg gjørt fyrr móti eitt nú Jørgen Niclasen og Heðin Mortensen.
At byrja við hefti eg meg ikki stórvegis við tað. Meðan skemtarin Sjúrður Skaale seinnu árini er blivin minni og minni stuttligur, er politikarin Sjúrður Skaale blivin alsamt stuttligari. Eg helt tað vera mestsum láturligt og grátuligt í senn, at fólkatingsumboðið hjá Javnaðar-flokkinum einki frægari mál hevur at stríðast fyri enn eitt múgvandi samtak, sum vil hava pengar úr landskassanum. Hatta kundi ongin taka fyri fult.
Álopið frá Sjúrði Skaale kom heldur ikki óvæntað. Hann hevur fleiri ferðir funnist at mínum arbeiði. So hetta er ”business as usual” hjá Sjúrði, at flyta kjakið frá veruliga málinum til at snúgva seg um journalistin Jan Lamhauge.
–
Út á dagin komu alsamt fleiri boð inn.
Eg fekk ábendingar um, at leiðslan og stýrið fyri Kringvarpið vildu hava meg at svara ákærunum hjá Sjúrða Skaale um manipulatión.
Sama kvøld kom so ein grein frá Sjúrði Skaale afturat.
Meðan fyrra greinin var ein spurningur, hevði Sjúrður sjálvur funnið svarið til sín spurning í seinnu greinini. Tað VAR manipulatión, svaraði fólkatingsmaðurin sær sjálvum.
–
Sambært Sjúrði Skaale var hendan manipulatión, at vit villleiddu við myndum av eini bókaframløgu, har Súni Schwartz Jacobsen, bankastjóri, helt røðu, og Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sat millum áhoyrararnar. Hyggjararnir fingu eftir øllum at døma fatan av, at hetta var ein móttøka hjá Eik, og ikki hevði samband við eina bókaframløgu á Hotel Hafnia, vildi Sjúrður vera við.
Tað verður ikki sagt í sendingini, at hetta er ein Eik-móttøka, men Sjúrður Skaale er sannførdur. Hann kennir okkara óreiðiligu tankar so mikið væl, at hann lættliga kann staðfesta, hvør okkara ætlan var, sum var tað fakta. Vit vildu billa hyggjaranum inn, at Eyðun Mørkøre luttók í Eik-starvsfólkahøpi. Vit siga tað ikki, men vit ”manipulera” tað so.
Nú MÁTTI leiðslan fyri Kringvarpið gera okkurt, kravdi fólkatingsmaðurin.
Hansara avdúkandi eygleiðing – sum sjálvsagt var lagt út ein leygardag, tá flestu fólk hava frí – var so mikið skelkandi, at kringvarpsleiðslan mátti innkallast í skundi at tosa um álvarsomu ”uppdagingina” hjá Sjúrða Skaale.
Fyri hvønn tíma, sum kringvarpsfólk hildu vikuskifti, størri bleiv øsingin.
–
Út á leygar- og sunnudagin settust alsamt fleiri krøv um, at eg mátti sigast úr starvi fyri grovu manipulatiónina, sum Sjúrður Skaale hevði uppdagað.
Tí hesi orð.
Eg plagi annars ikki at svara uppá tílíkar viðmerkingarnar. Tað er útmerkað, at fólk viðmerkja sendingar. Tað hava tey fullan rætt til. Men av tí, at øsingin er blivin so stór og ósaklig sum í hesum føri kenni eg meg noyddan at svara.
Tað fellur mær ikki lætt. Tað má eg viðganga.
Fyri tað fyrsta tí eg skilji ikki heilt, hvat rokið snýr seg um. Talan er um eini 20-30 sekund í sendingini, sum næstan einki hava at siga fyri heildina í Skattamálinum.
Harafturat tími eg óluksáliga illa at geva Sjúrði Skaale møguleikan at skriva enn fleiri lærandi greinar um reiðiligheit og journalistikk. Vit vita jú øll, at Sjúrður Skaale fer nú at vælsignað okkum við MINST einari grein afturat. Vil eg veruliga hava ábyrdina av einari grein afturat frá Sjúrði Skaale? Hevur hansara øsing ikki longu fingið nógv meir uppmerksemi enn uppiborið?
–
Ikki tí. Misskil meg ikki. Tað er sjálvandi gott, at hyggjarar eru kritiskir og ikki ”eta alt rátt”, sum journalistar servera. Men hevði hetta bara komið frá onkrum øðrum enn Sjúrði Skaale, hevði tað kenst meir rímiligt.
Tí alt journalistiska yrkið í Føroyum bleiv illa dálkað, tá Sjúrður Skaale arbeiddi sum journalistur á Degi & Viku, samstundis sum hann í einum valstríði loyniliga arbeiddi fyri heili tveir politiskar flokkar (!?).
Vit, sum arbeiða á Degi & Viku í dag, fáa enn ákærur um duld politisk tilknýti, hóast ongin journalistur í Føroyum mær vitandi hevur framt eins óreiðiligan journalistikk – hvørki móti sínum starvsfelagum ella brúkarum – sum Sjúrður Skaale.
Tí kennist tað ikki rætt at skula standa til svars fyri ákærur um óreiðiligan journalistikk frá Sjúrði Skaale. Tí ongin – lat meg undirstrika ONGIN – hevur líka lítlan rætt sum Sjúrður Skaale at læra og átala onnur fyri óreiðiligan journalistikk. Men ósmæðin sum hann er, hevur Sjúrður Skaale eina aðra fatan.
–
Men, sum sagt, eg kenni meg kroystan at svara uppá ákærurnar frá fólkatingsmanninum:
Í síni fyrru grein setur Sjúrður Skaale spurningin, um Kringvarpið endurgav ein søgu, sum Súni Schwartz Jacobsen segði á Hotel Hafnia um ósemjur millum hann og uttanhýsis ráðgevar hjá Eik. Søgan endaði við, at bankastjórin segði ”og hviss tú ert ósamdur, so bestemmi eg”.
Til spurningin kann eg svara ”Ja, tað er hendan søgan, vit hoyra endan av í Skattamálinum II”.
Sjúrður Skaale tykist føra fram, at hendan søgan er fullkomiliga óviðkomandi fyri Skattamálið. Hesum eri eg ikki samdur í. Tí hvat handlar søgan á Hafnia um, og hvør er søgan í Skattamálinum?
Søgan í Skattamálinum er, at núverandi bankastjórin fyri Eik/Betri Banka broytir viðurskiftini, sum fyrsti Eik-stjóri, nevnd og uttanhýsis grannskoðan (uttanhýsis ráðgevar) vóru samd um. Núverandi bankastjórin arbeiddi í Bank Nordik, tá Fíggjarligt Støðufesti við Jørn Astrup Hansen á odda endurstovnaði Eik. Men hóast allir høvuðspersónarnir í samband við avhendanina eru samdir um, hvat hendi á heysti 2010, heldur núverandi stjórin fast um, at hann veit betur. Og sum stjórin segði á Hafnia, hann bestemmar. (Ja, ella tað ger hann í veruleikanum ikki, tí TAKS hevur nú loksins avgjørt, at tað hevði verið betur, um stjórin lurtaði eftir ráðgevingini, tí hansara fatan var skeiv.)
Eik fekk minst 10 ferðir at vita frá ymsum ráðgevum, at bankin ikki hevði rætt til frádrátt. Men Eik-stjórin metti hesa ráðgeving vera so óviðkomandi, at tað var ikki neyðugt at nevna hesi viðurskifti fyri TAKS í fyrru viðgerðini av málinum. Og enn eina ferð, sum stjórin segði á Hafnia: hann bestemmar.
Bankastjórin nýtist ikki at lurta eftir ráðgeving. Tað var hetta, sum sami bankastjóri breggjaði sær av til bókaframløguna á Hotel Hafnia. Og tað er júst hetta, sum gongur aftur gjøgnum alt Skattamálið.
–
Seinni parturin av ákæruni hjá Sjúrður Skaale er ”the smoking gun” – PRÓGVIÐ uppá manipulatión – í seinnu greinini leygarkvøldið: Bókaframløgan!
Sum sagt, einki verður nevnt í sendingini um, hvat tiltak talan er um. Orsøkin er, at vit hildu ikki, at tað er beinleiðis viðkomandi fyri søguna. Talan er um eitt stórtsligið sosialt tiltak, har stjórin fyri Eik skal halda røðu, og stjórin TAKS kemur at lurta; alt meðan Skattamálið enn liggur hjá TAKS.
Tað fall mær ikki inn, at nakar kundi fatað tað, sum um at Eyðun Mørkøre var partur av Eik-tiltøkum, fyrr enn Sjúrður skrivaði tað. Sjálvsagt vilja vit ikki billa fólki inn, at Eyðun Mørkøre er partur av Eik! Vit vísa eisini myndir av fleiri læknum. Vil Sjúrður Skaale harvið siga, at vit eisini vildu siga, at hesir læknar hava serligt tilknýti til Eik? Nøkur andlit blivu kámað. Men orsøkin til hetta er tann beinleiðis mótsatta, sum Sjúrður Skaale førir fram. Hesi andlit vóru persónar, sum eru lutfallsliga ókendir, sum lætt kundu skiljast sum eitt nú Eik-starvsfólk. Hinvegin vístu vit persónar, sum øll vita, ikki eru partar av Eik.
–
Tað undrar meg eisini sera nógv, at Sjúrður Skaale skal vera blivin so villleiddur av hesum myndum, at hann ivaðist í, hvar tær stavaðu frá. Hann var jú sjálvur til tiltakið, har eitt innslag um Skattamálið bleiv gjørt til Dag & Viku. Journalisturin á Degi & Viku hendan dagin, Svein Magnason, tosaði enntá við Sjúrður Skaale á Hafnia hendan dagin um Skattamálið.
Hesar myndir eru blivnar brúktar fleiri ferðir í ymiskum innsløgum um Skattamálið í Degi & Viku. Tí havi eg ilt við at skilja, at tann annars so árvakni Sjúrður Skaale veruliga bleiv so villleiddur av myndunum, sum hann vildi vera við í greinini leygarmorgunin? Kann tað veruliga passa, at hesin gløggi maðurin mátti brúka allan leygardagin at kanna, um talan var um myndir frá bókaframløguni hjá hansara granna, og so seinni út á dagin fann prógvið? Visti hann veruliga ikki hetta leygarmorgunin, tá hann skrivaði fyrstu greinina (og kanska eisini, meðan hann hugdi eftir sendingini)?
–
Í øllum førum var tað ikki okkara tanki at billa hyggjaranum inn, at talan var um eitt annað tiltak. Vit vita sjálvandi, at øll fólkini, sum luttóku á móttøkuni (uttan Sjúrður Skaale vísir tað seg nú), kenna myndirnar aftur, og vita, hvat tiltak talan er um. At logið fyri hyggjaranum kundið ikki fallið okkum inn. Og at gjørt tað um nakað, sum so lætt kann avdúkast av so nógvum, hevði verið beinleiðis tápuligt.
Og lat meg enn eina ferð undirstrika, at tað verður ikki nevnt við einum orði í sendingini!
Stóra uppdagingin hjá Sjúrða Skaale er tískil, at hann kann afturvísa nakað, sum vit ikki hava sagt. Hetta krevur fólkatingsumboðið, at kringvarpsleiðslan í skundi ein leygardag má taka støðu til.
Men tá prógvið uppá manipulatión er, at Sjúrður Skaale kann vísa á, at tað IKKI passar, sum vit IKKI hava sagt, er so talan um prógv uppá manipulatión?
Eg veit tað ikki. Tað er eitt kjak, sum er á leið líka meiningsfult sum kjakið, um null er einki ella nakað.
Men tá Sjúrður megnar at øsa so nógv fólk við hesi ”avdúking”, at tað er blivið eitt stórt krav um, at nú skal eg sigast úr starvi, tá má í øllum førum staðfestast, at væl er manipulerað.
–
Ikki tí, í ”bagklogskabens klare lys” kann eg viðganga, at vit skuldu helst havt nevnt, at talan var um eina røðu til eina bókaframløgu. Nú tá eg skilji, at sendingini stendur og fellur við hesum 30 sekundunum, angri eg tað. Vit kundu sjálvsagt havt sagt, at bankastjórin her heldur røðu til eina bókaframløgu. Eingin trupulleiki. Tað hevði ikki broytt søguna tað allarminsta.
Onkur heldur kanska, at vit áttu at vita frammanundan, at hetta var altavgerandi fyri hyggjaran. Men satt at siga, tað kom mær ikki til hugs. Sum sagt, vit hava brúkt myndirnar fleiri ferðir fyrr í Degi & Viku, og tað hevur aldrin verið nakað rok um tað, fyrr enn nú.
Seinastu dagarnar, áðrenn ”Skattamálið II” var send, vóru vit átta fólk í Kringvarpinum, sum hugdu eftir sendingini, og mettu um ymsik viðurskiftir, sum kjak kanska kundi blíva um. Hetta hevði eisini við sær, at einstakar broytingar blivu gjørdar. Men ongin av okkum sá fyri sær, at tað var so avgerandi, um talan var um eina røðu til eina bókaframløgu ella ikki.
Tí tað ER veruliga næstan ómøguligt at vita alt, sum onkur kann fara at finnast at.
Í øsingini aftaná sokallaðu “avdúkingina” hjá Sjúrður Skaale hevur onkur annar funnist at, at tað var provokerandi, at eg lat meg í ein jakka, tá samrøðan við Arna D. Brattaberg var liðug. Ein annar helt, at Súni Schwartz Jacobsen var alt ov stórur í mun til Boga Godtfred. Onkur triði hevur funnið okkurt annað.
Í dag kann onkur kanska siga, at sjálvandi burdu vit vita, at tað at lata seg í jakkar og støddin á Boga Godtfred er ópassandi. Men tað er veruliga ikki lætt at vita frammanundan.
–
Tað stutta av tí langa er, at eg haldi, at myndirnar frá samkomuni á Hafnia hava uppiborið tey fáu sekundini í sendingini, tí tær vísa báðar høvuðspersónarnir í Skattamálinum saman. Eik-stjóran, sum lærir, TAKS-stjóran, sum lurtar.
Eg haldi eisini, at innihaldið í røðuni er viðkomandi.
At talan er um júst eina røðu til eina bókaframløgu, meti eg ikki vera serliga viðkomandi. Men um nakar ivast, so kann eg enn eina ferð vátta hart og týðiliga uttan skomm: ”Ja, talan er um eina røðu til eina bókaframløgu”.
Og eg haldi, at myndirnar hava akkurát líka væl uppiborið hasi 30 sekundini í sendingini fyri tað!
–
Eg vil tó enda, har vit byrjaðu. Við Heðin Mortensen og ósonnu ákærunum móti honum um aldarskiftið.
Tí tað tykist sum lagnunnar speisemi, at hendan søgan fór á rull, meðan Heðin Mortensen og Brynhild Thomsen prátaðu um øsingina móti Heðini orsakað av manipulatión hjá einum ráðgeva í Tinganesi um aldarskiftið.
Fáur tekur sær eins nógv av sárunum hjá Heðin Mortensen sum Sjúrður Skaale. Hetta sæst eitt nú í átaluni av mær um vikuskiftið fyri mína óreiðiligu viðferð av fyrrverandi borgarstjóranum.
Sjúrður er veruliga blivin Heðinsa verji og stríðsmaður hesi seinastu árini. Hetta havi ikki bara eg upplivað. Tað mátti Annika Olsen eisini ásannað, tá hon herfyri breyt eina politiska avtalu við Heðin Mortensen, og tók av borgarstjórasessinum í Tórshavnar kommunu.
Tá bæði skrivaði Sjúrður Skaale lesarabrøv og fór út í oysandi regn at halda røðu fyri Heðin Mortensen. Sjúrður Skaale helt, at álitið á politikarar fall, um atferðin hjá Anniku bleiv góðtikin.
Ja, góði lesari, tú las rætt.
Sjúrður Skaale – av øllum persónum – átalaði politikarar, sum skiftu kós, og vísti á, hvussu forkastiligt tað er at bróta avtalur. Og hetta var ein verjurøða fyri Heðin Mortensen – av øllum persónum. Ja, sum sagt, tá talan er um stuttligt innihald, hevur politikarin Sjúrður Skaale í dag yvirhálað skemtaran Sjúrður Skaale.
Sjúrður Skaale hevur tó ikki altíð verið verjin hjá Heðini Mortensen.
Sum gløggi lesarin ivaleyst hevur roknað út, so skyldaðust sárini hjá Heðin Mortensen frá ár 2000 manipulerandi spælið hjá Sjúrði Skaale, sum tá var ráðgevi í Tinganesi.
Í Tinganesi arbeiðir fyrisitingin tí enn í 2017 við at lekja síni sár, aftaná at hava havt Sjúrð Skaale í starvi, júst sum vit gera á Degi & Viku. Og Anfinn Kallberg og Heðin Mortensen stríðast við síni sár…. Sanniliga ein kenningur, sum setur síni spor.
Sjúrður Skaale hevur tó ikki sum Anfinn Kallsberg alment biðið Heðin Mortesen um umbering fyri sína manipulatión. Tvørturímóti, Sjúrður Skaale gongur á odda við peikifingrinum hægst og finst harðliga at øðrum, sum hava verið ljót við Heðin.
Tíverri er tað ikki skemtarin Sjúrður Skaale, sum ger hetta. Tað er hin. Tann stuttligi Sjúrður Skaale.