Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ja, til eina realistiska menning!

John William Joensen

Trýstið á kommunalu kassarnar er stórt í hesum døgum. Tí er neyðugt at tryggja, at búskapurin ikki aftur fer av knóranum, eins og hann gjørdi, tá vit seinast høvdu líknandi møguleikar fyri menning.

Klaksvíkar kommuna hevur í dag ein sunnan búskap, og júst búskapurin er kjarnin í kommunalu vælferðini.
Eftirsum alt ov mangir møguleikar fyri menning druknaðu í djúpu kreppuni flestu árini í 90’unum, hevur trýstið at modernisera Klaksvíkina verið serliga stórt seinastu fýra árini. Tí er kravið um rætta fíggjarstýring ongantíð størri enn nú.
Seinast vit høvdu líknandi møguleikar fyri at menna Klaksvíkina, sum vit hava nú, var í áttati árunum.
Men hvussu gekst tá, samanborið við í dag?
Latið okkum taka trý dømi.

Miðbýurin nú
Í dag verður arbeiðið til nýggjan miðbý gjørt. Fíggjarligu fortreytirnar eru realistiskar, og tilfarið til útfyllingina kemur úr Norðoyatunlinum. Við hesum tryggja vit, at kommunalu fortreytirnar eru upp á pláss, tá privatu íleggjararnir eru klárir.

og tá
Fyri 26 árum síðani varð eisini ein miðbýarætlan løgd fram. Hóast kommunali rokniskapurin tað árið vísti eitt ‘null’, tá rakstur og rentur vóru goldnar, vórðu íløgur fyri heilar 77 miljónir kr. gjørdar bert tað árið! Allar fíggjaðar við lántøku. Men hóast tað, rakk tann ætlanin ikki longur enn til eina útfylling á Sandinum, sum lá, inntil sitandi býráð tók við.

Ídnaðar- og vinnuøkið í dag
Í dag verður nýtt ídnaðar- og vinnuøki fyrireikað á Skarðhamri, sum skal loysa áhaldandi plássmangulin hjá vinnuni og styrkja Klaksvíkina enn meiri sum framtíðar vinnusentur. Fortreytirnar eru til staðar, og skjótt verður arbeiðið boðið út.

og tá
Fyri 30 árum var eisini roynt at útvega eitt ídnaðarøki í Uppsalabøi. Tað rakk til útgrevstur og eina ávísa byggibúning, men einki veruligt hendi á tí økinum, fyrr enn sitandi býráð tók við og gjørdi tað liðugt.

Skúlarnir í dag
Sitandi býráð hevur sett arbeiðið at nútímansgera skúladepilin á Ziskatrøð og við Ósánna í gongd. Tað er ikki longur ein skúlaætlan, men ein verkætlan, sum verður veruleiki um fá ár.

og tá
Í 1988 var ein ætlan um nýggjan skúla undir Fossum viðtikin. Tann ætlanin varð heldur ikki sett í verk og tað kann ikki at undra nakran. Tað árið var skuldin hjá kommununi komin upp á 157 milliónir kr. (!) og hóast tað, varð samtykt at lána uppaftur 54 milliónir, og seinni sama ár, á býráðsfundi 29. november, varð skúlaverkætlanin undir Fossum samtykt fyri 94 milliónir kr. afturat!

Standið fast um førda búskaparpolitikkin
Nei, vit fingu tíanverri onga menning við nýggjum skúla, ídnaðarøki ella miðbýi tá. Harafturímóti fingu vit eina kommunuskuld, sum higartil hevur kostað 130 milliónir kr. í avdráttum og 270 milliónir kr. í rentum, og sum framvegis krevur álvarsligar avsetingar á hvørjum ári.
Hóast ávarðingarljósini í landsins búskapi aftur lýsa ‘ljósareytt’, eins og tey gjørdu við byrjanina av áttati árunum, so er grundleggjandi munurin tann, at vit í dag hava ein væl konsolideraðan kommunubúskap sum útgangsstøði og eitt greitt mál við fíggjarpolitikkinum, sum skal forða fyri, at vit nakrantíð koma aftur í somu støðu. Tað er avgerandi munurin á støðuni nú og tá.
Hesa sannroynd eiga vit ikki at spæla við á býráðsvalinum 9. november.
Latið okkum tí markera eitt týðuligt ja til eina realistiska menning av Klaksvíkini í komandi setu. Tjóðveldisflokkurin er garanturin fyri, at tað verður gjørt við einum ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki, sum styrkir Klaksvíkina búskaparliga.

Gott val!
Vinarliga
Rani Nolsøe
býráðslimur