Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob Bymar takkar fyri seg

(
John Færø)

Nú er bert ein dystur eftir av landskappingini 2003, og møguleikin hjá KÍ at náa heiðursmerkjum og Evropa-Cup er fokin. Danski álopsleikarin, Jacob Bymar, sum síðani summarsteðgin hevur verið partur av KÍ-hópinum, fer tí væntandi heimaftur ein av komandi døgunum.

Tá kappingin var hálvrunnin, gjørdi KÍ eina roynd at styrkja um fyrstudeildarhópin við at fáa danska álopsleikaran, Jacob Bymar, til Klaksvíkar.

Bymar legði væl út við at gera nøkur mál í venjingardystum í summarsteðginum, men hepni fylgdi honum ikki eins væl, tá landskappingin byrjaði aftur, tí enn hevur hann sítt fyrsta landskappingarmál fyri KÍ tilgóðar.

Orsøkirnar til hetta eru ivaleyst fleiri, men tað kann ikki annað enn undrað, at ein leikari, sum sera ofta hevur verið úttikin til donsk u-landslið, ikki skuldi fella betur til á KÍ-liðnum, enn hann gjørdi.

Hóast manglandi málskjótingina hevur Jacob als ikki spælt vánaliga fyri KÍ hesa tíðina. Tvørturímóti hevur hann víst góða fatan fyri skjótum samanspæli, og tað er komið meir enn so fyri seg, at hann hevur verið við til at lagt upp til mál, sum aðrir hava skotið.

Í dystinum ímóti NSÍ sást m.a., at Jacob Bymar er vanur við kvikt álopsspæl, har bólturin verður spældur við fyrstu bóltrøring. Somuleiðis gav hann nøkur dømi um sín kvikleika, tá hann rann NSÍ-verjuleikarar av.