Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob Petur 80 ár 24. okt. í ár

Frits Johannesen

Jákup Petur er ættaður av Viðareiði. Mamma hansara var ættað úr Oyndarfirði og pápin av Viðareiði. Mamman æt Johanna og pápin Janus . Tá ið tú trívur í pennin og fert at skriva, so rennur mangt og mikið fram fyri teg. Tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn og so stingur hesin táttur seg upp í sinnið um skyldskap og uppruna. Johanna var dóttir Abraham Abrahamsen, Abraham á Bakka í Oyndarfirði og kona hansara æt Elsebeth Malena Poulsen. Hon var dóttir Daniel Peder Poulsen úr Tarti og Jóhannu Sofíu Horn hjá Gutta. Tey búsettust á Trøðni í Fuglafirði. Daniel Peder er sostatt langabbi Jákup Petur, og var hann langabbabeiggi greinskrivaran. Sostatt verða vit báðir fermenningar.

Setti búgv í Fuglafirði

Jákup Petur kom til Fuglafjarðar 1958, tá ið hann giftist 20. juli sama ár við Kathrinu Skarðsá, dóttur Edvard á Bakkanum- klokkaran og Mariu(Mia), ið var ættað úr Leirvík.. Trina doyði 9. Nov. 2013 og varð borin í heim 2.8.1936. Tey fingu 5 gentur – Johanna Maria( Hanni Mia), Elsa, Edva, Sunnvá og Janet. Mia var ættað úr Leirvík. Faðir og Edvard vóru trímenningar. Edvard var sonur Óla á Bakkanum og Petru. Petra var dóttir Lamba Tummas og Lísbettu. Lamba Tummas var somuleiðis langabbabeiggi greinskrivaran, so vit eru eisini fermenningar. Sostatt er skyldskapur okkara millum í báðar leggir.

Jákup Petur og Trina settu seg niður á Bakkanum í Fuglafirði tætt við Kirkjurygg, heiman fyri húsini hjá Martinu og Petur Halgadal. Sjálvur eri eg uppvaksin á Bakkanum, og var hetta eitt gróðrarmikið stað at vaksa upp í, har fólk gingu oman og niðan tíl arbeiðis, tí havnalagið var dygst við. Ja, vakurt var tað at síggja t. d. skipini landa við Stórubrúgv og arbeiðsfólkið – børn og vaksin koma oman millum Koksið, sum var eitt skot, ið var ein loka oman á brúnna. Hetta var ein hvønndagssjón.

Viðareiði

Jákup Petur, sum sagt, kom av Viðareiði. Pápin var kallaður Janus av Grømmanum ella Grømma Janus, tí staðið, har tey búðu, æt á Grømma. Jákup Petur vaks upp undir góðum korum eins og mangastaðni, sum tað var í Føroyum tá, so hjálpti hann saman við systkjum sínum – 6 í tali, við øllum heimaarbeiði. Saksa, seta niður epli, hjálpa til í torvi, við seyði og kúgv. Ja, nógv var at gera, men hóast tað, so var eisini tíð til spæl og leik í umhvørvinum saman við hinum børnunum í bygdini. Torvið varð skorið Inni í Dølum, har tunnilin kemur út. Her skóru allir viðoyingar torv. Her høvdu tey tvey stykki, har tey skóru , eitt nær við vegin og eitt, sum lá longri burtur. So sigast kann, at øll høvdu sama møguleika. Pápin plagdi at koma heim fyrst í mai, og var hann heima uml. 14 dagar og skar torvið tá. Mamman setti eplini niður. Um hoyggingina er at siga, at tað var ikki nóg mikið av lendi til tey sjálvi, tí varð neyðugt at hoyggja eitt annað gerði fyri helvt, so hoyggið skuldi røkka til.

Bjørgini drógu Jákup Petur til sín, og enn tann dag í dag hugsar hann um hesa sjáldsomu mentan. Í Rivi og Torvu hevði verið nógvur lundi, men hesin var oyddur av rottuni. Hugsi mangan, tá ið komið verður til rættindi bæði á fjøllum og í bjørgum, at vit hava dugað væl at farið við hesum lunnindum t. d. vóru Seyðtorvan og Urðin býttar ímillum garðarnar á Heygum, við Garð og Ónagerði soleiðis, at t. d. tveir bólkar áttu Seyðtorvuna, meðan ein hevði Urðina. Soleiðis varð skift millum hesar bólkar.

Tað búðu uml. 230 fólk á Viðareiði, tá ið Jákup Petur vaks upp. Lærararnir vóru Poul Enok Hansen og Óli Dahl. Børnini vórðu býtt í tveir bólkar. Eldri flokkurin gekk í skúla frá 8 til 12 og tann yngri bólkurin frá 12 til 2. Tað vóru einir 35 næmingar í skúlanum um hetta mundið.

Sjólívið

Sum 14 ára gamal fór Jákup Petur til skips við Atlantsfarinum. Kristian Olsen ættaður av Eiði var skipari. Pápi Jákup Petur var maskinmaður við hesum skipi í fleiri ár, og var tað í 1951, at hann legði frá landi sum sjómaður. Hetta bleiv yrki hansara alt lívið bæði á dekkinum og á brúnni. Roynt varð fyri tað mesta við snøri, men høvdu teir esini línu við. Hesin fyrsti túrurin var til Grønlands. Tað var 3. juni, at lagt varð frá landi, dagin eftir Norðoyastevnu og komu aftur í oktobur mánaði. Jákup Petur hevði verið 4 mánaðir í Grønlandi, áðrenn hann fylti fimtan. Veiðan var 1000 skippund henda túrin.

Eftir hetta var Jákup Petur við Guðrun í 3 ár, sum Vilhelm Vilhelmsen á Syðradali var skipari átti sluppina.. Síðani við Polarfarinum 55-56, sum Olivur Thomsen førdi, við Solo Deo Gloria á sild um heystið 1956, har Jóannes hjá Dáva var skipari. Á heystið í 1956 fór Jákup Petur upp á skiparaskúla og var liðugur í juni mánaði 1957, og fór aftur á sild við Solo hetta heystið.Tá ið Brestir kom í 1957, fekk hann tjans við hesum skipi. Júst í Túni var skipari. Heysti 1957 varð farið á ísfisk undir Føroyum. Á várið 1958 í apríl mánaði lá leiðin til Newfoundland, til Flemmish Kap, 1500 fjóðringar at sigla og tók hetta 10 – 11 samdøgur. Túrurin vardi hálvan annan mánað. Tað rullaði illa á hesi leið, tí lagdirnar leggja seg um hesar leiðir og elva til gjálv í sjónum og drabbutan sjógv, so tað rullaði illa. Túrurin vardi hálvan annan mánað, og nógvur fiskur var at fáa.

Jákup Petur fekk sær, sum sagt, konu úr Fuglafirði 1958. Hann var ikki við Bresti hetta summarið, men fór umborð aftur um heystið og var við hesum fari til summarið 1959. Ja, nú varð at flyta av Viðareiði til Fuglafjarðar. Jákup Petur sigur, at hann varð væl móttikin, og honum hevur dámt væl at búgva her. Hann hevur eisini sett síni spor í bygdini, sum ein blíður, fryntligur og væl úr hondum greiddur bygdarmaður og sjómaður og altíð víst sín kærleika ímóti øðrum saman við konuni bæði í trúgv og verumáta.

Jákup Petur skipari

Summarið 1959 fór Jákup Petur til Grønlands við Brimnes sum bestimaður og á sild um heystið. Hans í Norði av Toftum var skipari og var eisini eigari av hesi slupp. 1960 við Polarfarinum í Grønlandi við snellu eftir toski. Olivur Thomsen var skipari. 1961 við línubátinum Stellu Kristinu, har Hallur Laksafoss var skipari og var við hesum fari til 1962. Summarið 1962 við Víkingi sum stýrimaður við snellu til Grønlands. Kjartan Mohr átti Víking. John Joensen, John hjá Gutta úr Oyndarfirði var skipari og vóru henda veturin einar 3 túrar í ísfiski eisini undir Føroyum . 1963 royndu vit á Jøklagrunninum út fyri Vestfirðum í Íslandi. Hetta var saltfiskaveiða, og varð fiskurin seldur og landaður á Ellingsøya norðan fyri Aalesund í Noregi. Ein túrur varð gjørdur til Newfoundland í apríl og varð somuleiðis landað aftur á sama stað sum fyrra túrin í mai. John fór í land og skuldi Jákup Petur føra bátin, men hvat hendi? Jú, báturin varð leigaður sum hjálparskip til landið. Ovi Ellingsgaard skuldi verða skipari og Jákup Petur stýrimaður. Kona Ova gjørdist álvarsliga sjúk, so Ovi kom ikki við. Jákup Petur bleiv so skipari, og var hetta á fyrsta sinni, at hann helt um stýrisvølin sum skipari.

Kappin

Fyrsta túrin sum skipari við hesum fari var at fara yvir á Kappan við greiðum til teir útróðrarmenn, sum róðu út á Kappanum, tí Blikur, sum skuldi koma við greiðum og tilfari til hesar menn, rendi á ís og sakk í Julanehåbsbuktini. Hetta var í 1963. Í 1964 var Víkingur eisini brúktur sum vaktarskip, men tað løgna í hesi gongd, var, at Smiril var farin upp á sleipistøð, og Víkingur skuldi so sigla í rutu millum Havnina og Suðuroynna.Víkingur varð seldur til Suður Afrika í juni 1964. Sama árið var Jákup Petur skipari við Lizzie, sum Kjartan Mohr reiddi út og átti, og hann førdi hesa slupp í 3 ár. Um veturin var róð út við Gulldrangi. Lizzie lá fyri teymi í Fuglafirði um veturin, sum Jákup Petur hevði ábyrgdina av.

Tað eru sjáldsama vakrar veruligar hugmyndir, sum mangir føroyskir sjómenn hava havt. Hetta er at undrast yvir, so raskir hesir menn hava verið. Stríðshugur, arbeiðshugur, guðstrúgv og siðalagið var ein natúrligur partur av hesum lívshátti. Tá ið komið varð til 1965 var Jákup Petur á sild við Lizzie. Royndu á sildaleiðini millum 64-66 norður, men illa bar til. Høvdu fingið 130 tunnur og vóru farnir at sigla inn. Fleiri skip vóru somuleiðis á veg inn, tí støðan mundi verða eins hjá sildaskipunum. Jákup Petur leggur støðuna fram fyri Várharra og fær bønarsvar, at sigla í ein norðan. Richard úr Hvannasundi var bestimaður. Teir sigldu so norðuraftur haðani, teir vóru komnir , so tað mundi tykjast løgið hjá manningini, at farið varð aftur á vaðskítaleiðina. Men skjótt sást á ekkoloddinum, at tað skrivaði óført. Teir settu og fingu 230 tunnur. Dagin eftir, 120 tunnur og 9o tunnur triðja dagin. Skipið var fult og teir høvdu nógva sild á dekkinum. Fleiri skip komu á hesa fiskileið og fingu nógva sild.

Útróður

Jákup Petur var 3 ár við Lizzie- 1964, 1965 og 1966, og um veturin róði hann út við Gulldrangi, sum Jógvan á Brúnni førdi,. Hann fór sjálvur at føra Gulldrang 1966. Hetta heystið royndu teir vestanfyri. Tað var nógvur fiskur at fáa, og fingu teir í novembur 9000 pund upp á setuna og í desembur 10.000 pund . Í januar 1967 viðraði illa, og fóru teir út á Sandoyarbankan at royna. Her var gott at royna og nógvur fiskur. Onnur skip royndu eisini her t. d. Oyrasker, Sjóborgin, Høganes og Brimnes. Tá ið komið varð út í mai, varð farið suður á Munkagrunnin. Royndu á vestara kanti á Munkagrunninum og fingu nógva brosmu og longu. Settu fyrstu setuna suður av Stórutungu longur suður ígøgnum kantin og fingu 55000 pund og 50000 pund av toski og 2,5 tons av kalvaspraggu og restin brosma og longa. Tað var ein góður túrur, men prísurin var ikki nakað serligur. T. d. var prísurin fyri tann minna kalvan 4kr og størra kalvan 6kr fyri kg.

Um Varmakelduleitið hetta árið varð riggað til at fara til Íslands. Vit vóru illa mannaðir, tí einir 4 mans fóru av, men nakrir ungir dreingir høvdu biðið um at lova sær við. Jákup Petur bað teir koma, og túrurin bleiv góður. Tað var blankur sjógvur allan túrin og at egna stóð ikki á hjá teimum. Høvdu 7 setur og fingu 70.000 pund. Avreitt varð á Ísvirkinumn í Fuglafirði. Eftir henda túrin varð riggað til at fara á sild, men tað var lítið av sild at fáa hetta árið. Okkurt av skipunum endaði norðuri við Jan Main, men tey eldru skipini góvust í septembur, so sildafiskiskapurin hetta árið var vánaligur.

Riggað varð til útróður og roynt varð eystur úr Skálhøvda, men tað viðraði illa. Hetta var sama heyst, tá ið Njarlingur gekk burtur, men út á heystið varð veðrið betri og roynt varð á Sandoyarbankanum og høvdu teir nógvar góðar túrar. Ein dagin, tað var kolandi stormur av landsynningi, so er hugsanin tann, at tað var kanska vert at farið ein túr. Jákup Petur ringdi til Meinhard á Gulldrangi, um hvat hann helt. Hann svaraði: “ Slepp tær avstað, tað verður ein góður dagur í morgin!” Sum hugsað, so gjørt. Jakku hjá Kalinum helt:” Tú ert púra svakur at fara av stað. Eg kann hjálpa tær at fáa stamparnar umborð, men eg komi ikki við.” Jakku plagdi ikki at vera tann, sum leyp frá, tá ið á stóð. Tað gjørdi hann heldur ikki hesa ferð. Tað var ein kolandi stormur av landsynningi, glaðustrok eftir vágni, áarføri og skriðan stóð norður ígjøgnum Djúpini. Tá ið komið varð vestur um Mýling, stakk hann vesturum, og tað bleiv blanka stilli. Sigast skal eisini, at tað var góður streymur. Tað bleiv av bestu líkindum og veiðan var 11000 pund henda túrin.

Ein dreymur og svartkalvi

Ja, tað kann tykjast løgið, at tú kanst droyma dreymar, sum leiða teg á ta røttu kósina. Ein gubbi Jákup Petur á Viðareiði kemur til hansara í dreymi og sigur, at tað var so nógvur seyður á bakkanum í Eiðsvík. Tá ið Jákup Petur vaknaði, visti hann, at hetta var á kantinum á Sandoyarbankanum. Vit settu so tvær setur her og fingu 17000 pund hvørja ferð.

Róð var út við Gulldrangi sum vanligt um veturin, men várið eftir 1968 fingu íslendingar so nógvan svartkalva á Eysturlandinum. Vit fóru at vita, um vit kundu fáa nakað. Høvdu 12 setir og fingu 80.000 pund. Seinni fóru vit yvir aftur og settu á Hornagrunninum úti fyri Seydisfjarðardýpinum og royndu í 7 dagar og fingu 100 000 pund.

Árið eftir, 1969 varð farið yviraftur, men tað var ringt at fáa pláss her, tí tað vóru fiskifør allastaðni, so tað var torført at sleppa framat. Siglt varð norður um Seydisfjarðardýpið. Nei, tað tyktist, eins og eingin glotti var at hóma, so setast kundi. Snæfugl lá her.Boas var skipari, sum Jákup Petur kendi eitt sindur. Jákup Petur helt nógv av at royna millum íslendingar. Hann kallaði á Boas, um tað var nakar møguleiki at seta her? “ Ja,” sigur Boas,” tú kanst seta ein stubba beint sunnan fyri okkum, og vit skulu flyta okkum eitt sindur, so tú fært sett tveir stubbar afturat.” Hetta var vakurt gjørt. Flytir tú teg eitt lítið sindur á hesum leiðum, so kann dýpið gerast 50 favnar djúpari. Vit settu sjey ferðir og fingu 107000 pund av svartkalva. Her var nógvur fiskur, og hetta líkaði Jákup Peturi væl. Vit máttu ansa væl eftir, tá ið drigið varð, tí tað var so nógv á. Vit drógu 3 stampar um tíman av svartkalva. Hetta mátti gerast varliga, tí svartkalvin hevði so moyran kjaft.

Árið eftir var ikki roynandi fyri hvali, sum hamaðist upp í okkum, tá ið vit settu. Ja, teir mólu rundan um boyuna, tá ið vit høvdu sett. Ta eina ferðina bleiv illveður, og lógu vit og andøvdu í tvey samdøgur. Tá ið veðrið hasaði av, og vit fóru eftir boyuni, vóru hvalirnir aftur kring boyuna. Hetta var løgið. Ja, tá ið vit settu, kundu teir eisini koma aftan á okkum. So hesin fiskiskapur helt uppat av sær sjálvum.

Endi- Uranus og Fiskiklettur.

Árið 1970 fekk eg mær frí. Jákup Egholm fór at føra Gulldrang. Konan, Trina var vorðin sjúk, so eg mátti arbeiða á landi. Arbeiddi úti á Ísvirkinum eina tíð, men mær dámdi betur á sjónum. Oddfríður var lagaligur at vera saman við. Hann segði ein dagin við meg, at Uranus var til sølu, um eg ikki skuldi keypa hann? Tað kundi Jákup Petur ikki, hann hevði ikki pening til hetta. Oddfríður segði at Ísvirkið skuldi veita trygd fyri hesum. Soleiðis var. Bátin hevði Jákup Petur í hálvttriðja ár, og so var hann seldur. Eftir tað keypti Jákup Petur helvtina av ognini í Fiskakletti, sum Fuglafjarðar Jákup á Skála og sonurin, John Oluf áttu. Báturin var árendur av Arnatindi, meðan hann lá við bryggju í Havnini og sakk. Teir gjørdu hann aftur á bedingini á Strondum. Hetta var eitt óført far, sum eisini bleiv brúkt til troling á landleiðini. Jákup Petur var umborð til 1993 og fór í land vegna trupulleika við mjødnini. Systursonur hansara, Jóhannus Jacobsen fór at føra Fiskaklett til 2006, tá ið Jóhannus og Ólavur Joensen av Skipanesi keyptu bátin. Ellivu tey seinastu árini sigldi Jákup Petur við skipum hjá Sandgrevstur í Fuglafirði.

Frits

Harleywoodpaint