Í skjølum sum Norðlýsið hevur fingið innlit í gongur greitt fram at Jacob Vestergaard tók stjóran av ræði og gav boð um at taka starvsetan aftur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði við kringvarpið á døgurað, at hann ikki hevði lagt seg út í málið um starvssetanir umborð á Smyrli, men at hann sum landsstýrismaður er hægsti kærumyndugleiki, tá talan er um starvsfólkamál á Strandferðsluni.
– Eg havi ikki lagt meg út í starvssetanir á Strandferðsluni generelt yvirhøvur, men tað koyra tvey mál. Annað er um at seta nýggjar skiparar og hitt er um, at verandi skiparar ynskja at halda fram í starvi, sigur Jacob Vestergaard.
Landstýrismaðurin gav skrivlig boð
Men hóast orðini hjá landsstýrismanninum – so vísur brævaskiftið millum stjóran á strandferðsluni og landsstýrismannin í Innlendismálum at landsstýrismaðurin gevur beinleiðis boð um hvat stjórin skal gera og ikki.
– Eg kann ikki góðtaka at eg sum stjóri á strandferðsluni verði settur til síðis av politiska myndugleikanum, sigur Regin Vágadal og hann undirstrikar at hetta er einasta orðsøkin til at hann hevur sagt seg frá sum stjóri.
Avdúkandi teldubrøv
Í teldubrøvunum, sum eru send millum SSL, Innlendismálaráði og Fíggjarmálaráði gongur greitt fram, at Fíggjarmálaráði vil ikki geva undantaksloyvi at verandi skiparar á Smyrli sleppa at halda fra. Grundgevingin er at teir vóru uppsagdir og strandferðslan hevði søgt og fingið nýggjar skiparar til størvini áðrenn nýggju reglurnar hjá fíggjarmálaráðnum komu í gildi.
Stjórin á Strandferðsluni spyr tvær ferðir fíggjarmálaráði um møguleiki er hjá verandi skiparum at halda fram – men báðar ferðir far stjórin avslag.
Síðani kemur Jacob Vestergaard upp í málið og spyr seg fyri í Fíggjarmálaráðnum – men far sama svar sum strandferðslustjóri.
Men álíkavæl biðjur hann strandferslustjóran bíðja við at seta nýggju skipararnar – hóast umsøknirnar eru komnar – til hann persónliga hevur tikið málið upp við fíggjarmálaráðharran – Magna Laksáfoss.
Í seinasta teldubrævinum áleggur landsstýrismaðurin – stjóranum á Strandferðluni at taka starvsetanir á Smyrli aftur.




