Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob Vestergaard gongur ímóti Fíggjarmálaráðnum

John William Joensen

Tann 13. november spyr Jacob Vestergaard beinleiðis Fíggjarmálaráði um undantaksloyvi til skipararnar á Smyrli, men far noktandi svar. Men hóast hetta – gevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum boð til stjóran á Strandferðsluni um at seta skipararnar á Smyrli í hálvtíðarstarv.

Tann 13. november skrivar Jacob Vestergaard til Magna Laksáfoss:
Góði Magni
Eg havi fingið eina kæru í sambandi við at verandi skiparar á Smyrli hava fingið noktandi svar uppá umsókn um at halda áfram eftir at teir eru fyltir 67ár.
Noktandi svarið frá Strandfaraskipum Landsins er grundað á, at Lønardeildin hevur sýtt fyri at loyva SL at taka uppsagnirnar av teimum aftur vísandi til at størvini eru lýst leys.
Eg meti ikki at hetta er í samsvari við tann politiska viljan, sum var grundarlagið undir samtyktini um at broyta rundskrivið um fráfaringaraldur.
Eg vil fegin ganga kæruni á møti og fari tí at heita á teg um at taka málið til viðgerar og meta um um umsøknirnar ikki kunnu gangast á møt……….
Undirskrivað: Jacob Vestergaard.

Tann 15. november 2007 kl. 15:50 kemur so endaligt svar frá Fíggjarmálaráðnum
Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum
Vísandi til skriv tygara, dagfest tann 13. november í 2007, har tygum heita á Magna Laksáfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, at taka upp málið um uppsøgdu skipararnar á Smyrli.
Í telduposti til Regin Vágadal, dagfestur tann 9. november, sýttu við Strandfaraskipum Landsins at taka uppsagnirnar aftur.
Tann avgerðin, at sýta fyri afturtøkuni, sum Fíggjarmálaráðið tá tók, stendur við, og verður ikki broytt.
Fíggjarmálaráðið ger tí ikki meir við málið.
Fíggjarmálaráðið
Lønardeildin

Landsstýrismaðurin lurtar ikki.
Dagin eftir at endaliga svarið er komið úr Fíggjarmálaráðnum gevur Jacob Vestergaard boð um at Regin Vágadal skal uppsiga nýggju skipararnar og seta gomlu skipararnir á Smyrli í hálvtíðarstarv!!

Harafturat sigur hann at hann fer at tosað við Magna Laksáfoss.

Norðlýsið hevur tosað við Magna Laksáfoss um málið – hann vil ikki gera viðmerkingar – men sum vit skilja so heldur landsstýrismaðurin fast við tað avgerð, sum umsitingin í Fíggjarmálaráðnum hevur tikið.