Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob Vestergaard – Hvør annar enn tú kann gera nakað við tálming hjá kommununum

John William Joensen

Tórshavnar Kommuna einsamøll hevur avgjørt at hækka íløgurnar í høvuðsstaðin við 100 milliónum krónum komandi ár.

Íløgurnar fyri 2008 eru settar til 256 milliónir krónur. Í ár er talið 155 milliónir

Til sammetingar er íløgukarmur landsins í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 – 210 mill +65 mill (flogvallaútbyggingin) = 275 millónir

Niðanfyri er tikið brot úr samrøðu við í Norðlýsinum 28.09.07 


Jacob Vestergaard sigur í samrøðu við Norðlýsið m.a. : 

* ”Eg havi ongar møguleika til at grípa inn móti Tórshavnar Kommunu” 

* ”Hettar er ikki í tráð við tað sum eg og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss avtalaðu við kommunurnar – nevnuliga at royna at tálma.” 

* ”Eg má tó staðfesta at miðøkið er í ferð við at avlagað alt samfelagið.” 

* ”Eg kann bara staðfesta at komandi fíggjarlóg hjá Tórshavnar kommunu bert er ein staðfesting av hvussu óvjant livikorini eru hjá borgarunum í ymisku økjunum í landinum.” 

* ”Við at hækka íløgurnar heilar 100 milliónir krónir komandi ár er Tórshavnar Kommuna beinleiðis við til at gera skeivleikarnar í samfelagnum uppaftur størri, sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður í kommunumálum” 

Eg eri samdur við J.Vestergaard í flestu av hansara niðurstøðum , tó má eg ásannað,- at um ikki landsstýrismaðurin sum umsitur kommunumál ikki kann gera nakað við hendan fíggjarliga ørskap, so er nakað púra galið .

Ein kommuna eigur ikki at kunna hóvreiggja sær á tann hátt sum Tórshavnar Kommuna ger , púra hensýnsleyst er hon við at kókað alt samfelagið upp , alt meðan ta frá landspolitiskari síðu verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tálma, minka um íløgur og rakstur – hetta hóast stórur partur er lógarbundnar játtanir á rakstrarsíðuni.

Eiga ikki at krevja meir inn enn tað sum skal til at fíggja kommununar virksemið.

Ongin kommuna skal krevja meira inn í skatti enn tað sum skal til at figgja kommununa.
Hevur Tórshavnar kommuna kravt 160-180 mill og nógv inn yvir ár og sett í tiltaksgrunn ella á konto , so hevur hon kravt ov nógv inn og eigur minka skattaprosenti.
Innlendismálaráið eigur at kannað, um kommunan hevur kravt ov nógv inn í skatti , tí tað er væl tað sum er orsøk til at ein kommuna kann spara 100 tals milliónir á konto ella í tiltaksgrunn .
Eisini eigur innlendismálaráðið at fara inn og meta um skattaprosenti í mun til uppgávurnar kommunan hevur.

Landsins mynduleikar eiga at kunnu stýra við skilið , men tað verður trupult, um neyvt fíggjarliga eftirlit við kommununum er møguligt .
Eisini eigur landið at kunna áseta íløguloft hjá kommununum hóast tær ikki skylda nakað , – hetta má endurskoðast skjótast.

Hvør skal hava fíggarliga eftirlitið?
Eg meti ta er skeivt, at tann kommunali fíggjarligi parturin er undir ábyrgd hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, men eigur sjálvsagt at verður undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum og stýringsamboðið eigur at verða ein samankoyrd skipan , – soleiðis at neyvari eftirlit kan verða við nýtslu kommununar.

Landið innkrevja allan skatt og síðan býta út ?
Tað skuldi eisini verið umhugsað als ikki at havt kommunuskatt- men at landið kravdi allan skatt inn og deildi so útaftur eftir nærri ásettum frymli sum gjørdi at kommunueindirnar allar vildu verið meir likastillaðar við tænastum til sínar borgarar.

Sum er , er tað bert ein og tað er Jacob Vestergaard sum umsitur og ásetur kommunalu karmarnar og hevur eftirlitið við teimum.

Einans Jacob Vestergaard kann forða fyri at kommununar fara yvir gevind við rakstrarkostnaðum og íløgum og eigur at forða fyri at kommununar ikki verða tær, sum komað at avlagað og hitað búskapin enn meira upp, og tí havi eg ilt við at skilja hansara útsøgn í Norðlýsinum , – nú eisini endurgivið á Portalinum.

Mín áheitan á Jacob er at leggja seg í selarnar og vísa at fólkaflokkurin sum í samgonguni hevur komununar um hendi eisini veruliga vil arbeiða fyri tálming og ikki sleppur púra leyst við at geva kommununum frítt slag.

Vágur 29.09.2007
Johan Dahl