Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob Vestergaard sinnaður at endurskoða gjaldið

Hendrik Old

Henrik Old spyr Jacob Vestergaard um møguleikan fyri at lækka tilfeingisgjaldi fyri tey skip sum ikki sjálvi hava møguleikan at sigla til lands við veiðini.

Henrik Old spyr Jacob Vestergaard um møguleikan fyri at lækka tilfeingisgjaldi fyri tey skip sum ikki sjálvi hava møguleikan at sigla til lands við veiðini.

Ætlar landsstýrissamgongan at halda fast við samtykta tilfeingisgjaldið upp á kr.2,75 pr. kg. fyri makrel, sum verður avreiddur til útlendsk móttøkuskip komandi summar

Viðmerkingar:

Síðsta heyst samtykti landsstýrissamgongan eitt tilfeingisgjald á kr. 2,25 pr. kg. á makrel, sum var avreiddur á fiskifeltinum til útlendsk móttøkuskip.

Hettar var ein stórur fíggjarligur smeitur fyri trolaraflotan, sum luttók í makrelfiskiskapinum í fjør.

Nú er so omanfyri nevnda gjald hækkað til kr. 2,75 pr. kg., sum førir til, at eingin kann avreiða til útlendsk skip á fiskifeltinum.

Tí verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.

Jacob Vestergaard svaraði:

At tað er rætt at man valdi at halda fast við at avreiðingargjaldið til útlendsk móttøkuskip uppá 2 kr. pr. kg. og at hækka hitt gjaldið til 75 oyru, so tað tilsamans verður 2,75 kr. pr. kg.

Víðari viðgongur Jacob Vestergaard at ímeðan teir sum avreiddu til føroysk móttøkuskip fingu væl burturúr, mótvegis teimum sum vóru noyddir at avreiða til útlendsk móttøkuskip einki fingu burturúr, og tí var man sinnaður at fara og hyggja aftur uppá gjaldið uppá 2,75 kr. pr. kg. um tað ikki er ov høgt til teir sum ikki hava møguleika til sjálvir at sigla til lands við makrelinum.