Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob Vestergaard spyr um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Jacob Vestergaard

Jacob Vestergaard spyr Henrik Old um ferðaætlan hjá Smyrli og um tunnil til Fámjin, og Sirið Stenberg um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Jacob Vestergaard spyr Henrik Old um ferðaætlan hjá Smyrli og um tunnil til Fámjin, og Sirið Stenberg um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Sí niðanfyri: 

Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

Viðvíkjandi ferðaætlanini hjá Smyrli o.a.

1. Nær byrjar Smyril at sigla tríggjar túrar tórsdag?

2. Kann roknast við, at nýtiligt internetsamband verður umborð á Smyrli í nærmastu framtíð?

Viðmerkingar

Á fíggjarlógini fyri 2016 blivu pengar settir av, so Smyril kundi sigla ein túr afturat tórsdag, so ferðaætlanin tórsdag verður tann sama sum mánadag og ónsdag.

Vit eru nú komin inn í februar mánað, og enn er ferðaætlanin ikki broytt. Tí verður spurt um, nær vit kunnu vænta, at ferðaætlanin verður broytt.

Hóast vit skriva 2016, hava vit enn ikki fingið nýtiligt internetsamband umborð á Smyrli. Hetta er ein forðan hjá teimum, sum vilja nýta siglitíðina at arbeiða í.

Arbeitt hevur verið við at bøta upp á støðuna, men enn røkist einki fyri einari loysn. Tí hesin fyrispurningur.

&

Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

Viðvíkjandi tunli til Fámjin

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fyrireika tunnil til Fámjin, samstundis sum fyrireikingar verða gjørdar til nýggan Hvalbiartunnil?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tunnil til Fámjin, samstundis sum nýggi

Hvalbiar­­tunnilin verður gjørdur?

Viðmerkingar

Nú farið verður undir at fyrireika nýggjan Hvalbiartunil, er neyðugt at fáa at vita, hvørja ætlan landsstýrismaðurin hevur í sambandi við tunnil til Fámjin.

Tað hevur verið breið semja ímillum politikarar í Suðuroynni, at arbeiðast skal fyri, at nýggjur Hvalbiartunnil og tunnil til Fámjin skulu gerast samstundis.

Farleiðin til Fámjin er til ampa fyri tey, sum búgva í Fámjin, og ein forðan fyri, at ungar familjur búðseta seg í Fámjin, tí er umráðandi, at tunnil verður gjørdur skjótast gjørligt.

&

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum

Viðvíkjandi føðideildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Hvørji stig ætlar landsstýriskvinnan at taka, so føðideildin aftur kann verða ein virkin partur av Suðuroyar Sjúkrahúsi?

Viðmerkingar

Tað kom sum ein skelkur fyri tey flestu, serliga suðuroyingar, tá tað frættist, at avgerð var tikin um at steingja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Flest øll vóru tó samd um, at hetta læt seg ikki gera, og tí máttu stig takast, so kvinnur í Suðuroynni framhaldandi kunnu eiga síni børn á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tað eru gjørd nógv álit um føroyska sjúkrahúsverkið, og landsstýriskvinnan hevur sett fleiri arbeiðsbólkar at gera enn fleiri álit um tað sama. Samstundis valdar óvissa um, hvat hendir við føðideildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Vit hava einki hoyrt um, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur hesum viðvíkjandi, tí hesin fyrispurningurin.

Á Løgtingi, 9. februar 2016

Harleyfacadeacryl