Vit høvdu sett okkum sum mál, at lata upp á Norðoyastevnu, men tað síggja vit nú at vit náa ikki, men tað gongur ikki long tíð aftaná tað, til vit byrja, tað siga tey bæði Jacqeline og Lindi Gardar, móður og sonur.
Vit høvdu sett okkum sum mál, at lata upp á Norðoyastevnu, men tað síggja vit nú at vit náa ikki, men tað gongur ikki long tíð aftaná tað, til vit byrja, tað siga tey bæði Jacqeline og Lindi Gardar, móður og sonur.
Jacqeline Gardar sigur, at hon alla sína tí hevur fingist við arbeiði innan námsfrøðina og nú hon er farin væl um tey fimmogfjøruti, hevur hon brúkt eitt ár uppá at finna útav hvat hon vil við lívi sínum framyvir. Eg havi havt eitt sokallað sabatár , har eg havi havt tíð at hugsa møguleikar. Sonurin Lindi hevur alla tíðina verið inni í myndini, og tá vit funnu saman við hugskotinum saman við manninum Boga Gardar, at keypa ognina her við Klaksvíksvegin, var ongin ivi hjá mær um at fara undir hetta tiltakið.
Cafe og bar Jacqson skal vera eitt annarleiðis tilboð til norðoyingar og gestir. Vit fara ikki undir hetta í kapping við nakran, men heldur síggja vit hetta sum eitt skot á stammuni at gera tað hugaligari og fjøltáttari at fara í býin í Klaksvík.
Nakað tað sama sigur 24 ára gamli Lindi Gardar. Eg havi fingið útbúgving sum timbursmiðjur hjá Kanjon og havi arbeitt í tí firmanum í seks ár, so nú er eisini tíð hjá mær at byrja at finna eitt støði í lívinum, har eg júst nú havi góðan hug at brúka kreftir og evni míni í hvussu so er í eina tíð. Eg síggi hetta sum eina avbjóðing at fáa hetta virkið upp at koyra. Mær hevur altíð dámt at fáast við matgerð og eg síggi hetta sum eitt projekt hjá mær og mammu míni. Vit bæði arbeiða væl saman, so eg ivist onga løtu, at við hennara hjálp og ágrýtni, skal tað nokk fara at eydnast okkum at gera Jacqson til eina oásu hjá norðoyingum og gestum at vitja.
Heldur ikki eg siggi okkum sum kappingarneyta til cafe og barlívið, sum frammanundan er í býnum, heldur síggi eg Jacqson sum eitt forvitnisligt tilboð afturat. Eg trúgvi, at tess størri og fjøltáttari útboðið er í býnum, tess fleiri fara út at hugna sær, heldur enn at sita inni í heimligu stovunum.
Enn er ikki heilt fastlagt, nær vit fara at hava opið um dagarnar, men vit hava lagt fast, at vit fara at bjóða ymiskar smárættir um dagin, harafturat verður live tónleikur og upptraðkan og helst fara vit eisini at bjóða inn til onkrar fyrilestrar eisini.
Ísak Johannesen, arkitektur hevur staði fyri tí kreativa í smíðing og inrætting av Jacqson, so ikki bert fært tú eitthvørt til matna og drekkandi afturvið, her fer at bera til at hvíla sinn og likam í dagliga meldrinum.
Sum sagt var í byrjanini, so høvdu vit sett okkum Norðoyastevnuna sum mál tá vit byrjaðu, men tá vóru vit nokk so langt burtur frá Norðoyastevnuni og vit duga at síggja nú, at tann málsetningin megna vit ikki. Vit ætla ikki at leypa um har garðurin er lægstur og fara ígongd í óðum verkum. Vit skulu ikki liva bert av eini Norðoyastevnu og tí halda vit fast um, at vit skulu vera klár og liðug áðrenn vit lata dyrnar upp fyri gestum okkara – og tað eru vit spent uppá og síggja fram til, sigur Lindi Gardar.
Annars siga tey bæði, at vit gestir umframt drykkivørur úr barrini, eisini fara at uppliva sera gott kaffi, bæði cappuchino, caffelatté og onnur kend kaffisløg. Netsamband verður á Jacqson, eisini verður møguleiki at fáa ein Ipad til láns ímeðan ein nítir sína máltíð, sítt kaffi ella bara eina øl ella annan drykk. – Ja, fótbóltur sjálvandi, vit fara at hava eina kanón, har vit fara at kunna vísa premier league fótbólt, so ætlaninar við Café og barrini ”Jacqson” nógvar og tað verður bert hugflogið sum setir markið.




