Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Jaget af tolderne og undir heftig beskydning flygter “Camsolo” – og forsvinder”

John William Joensen

var ein av mongu yvirskriftunum í norðurlendsku fjølmiðlunum, tá Richard Jacobsen, silgdi undan svensku myndugleikunum við Camsolo.

Óli Olsen skrivar: Fyri nøkrum árum síðani tók eg upp á band eina røð av samrøðum undir heitinum:
" Navigatørar. Lív og útbúgving, í skúla og í verki." Ein teirra, sum greiddi frá, var Richard Jacobsen, føddur 13. november 1940 í Klaksvík.
Við loyvi frá Richardi endurgeva vit partar av samrøðuni í Norðlýsinum.


Triði og seinasti partur:

Við Mærsk-skipum í Fjareystri
Eg var eitt stutt rend í Føroyum, men helt annars til hjá skyldfólki í Keypmannahavn í einar 2-3 mánaðir. Hetta var í 1967, og eg hugsaði nú at royna størri skip. Fari á høvuðsskivstovuna hjá A P Møller at vita um hýru og verði beinanvegin sendur til læknakanningar og síðani til skraddara at fáa uniform. Skipið lá í Japan, sum eg skuldi við, men eg varð sendur til Karachi, har eg skuldi um borð á Knud Mærsk, sum sigldi millum Persaragolfin og Fjareystur. Tá ið eg kom til Karachi, stóð agenturin fyri mær og fylgdi mær á hotell og síðani umborð á Knút dagin eftir. Eg mynstraði sum 3. stýrimaður á Knút Mærsk, og vit sigldu nú til Bombay, Colombo, Hong Kong og síðani Yokohama í Japan. Har lá Maren Mærsk, linjuskip og var næstan 20.000 tons stórt. Skipið sigldi í fastari rutu millum Fjareysturs og USA.
Við Maren Mærsk sigldu vit til Hong Kong, Bangkok, Manila og so yvir til statirnar, gjøgnum Panamakanalina. Bunkraðu í Cristobal í Panama og so upp til Norfolk, Baltimore, Philadelphia, New York og Boston. Frá Boston til Halifax, og ætlanin var at fara inn í St. Lawrence flógvan til Quebec og Montreal, men tað sluppu vit ikki fyri ísi, so tann farmurin var lossaður í Halifax. So tóku vit allar havnirnar niðuraftur, næstan tær somu havnirnar, fermdu skipið aftur, og so gjøgnum Panamakanalina og upp til San Diego, Los Angeles, og San Francisco var síðsta havnin, áðrenn vit løgdu yvir um Kyrrahav til Yokokama aftur. Eg var so við Maren Mærsk í 12 mánaðir.
Har eysturi kom eg í samband við menn, sum sigldu við Jepsen Line, ein reiðarfyritøka við 6 fittum stykkjagóðsbátum upp á 6-7000 tons, sum sigldu har eysturi burturav. Eg helt tað vera ov strævið við Maren Mærsk og setti meg í samband við høvuðsskrivstovuna hjá hesum reiðarínum í Aabenraa. Jú, tað var í lagi, eg skuldi fáa hýru. Men eg hevði uppsagnartíð hjá Mærsk og mátti fara eina útmynstring afturat hjá teimum. Sigldi síðani við einum bulkcarriara millum Durban í Suðurafrika og Japan í seks mánaðir.

Við skipum hjá
Jepsen Line
Skipini hjá Jepsen Line sigldu undir donskum flaggi og sostatt undir danskari lóg, men teir høvdu eina skrivstovu í Hongkong, har alt virksemið gekk út frá. Eg fór um borð á Michael Jepsen, sum lá í Osaka í Japan. Agenturin var ímóti mær í floghavnini, men eg slapp ikki umborð tann dagin, fór á hotell og kom umborð morgunin eftir.
Yvirmenninir á dekkinum vóru allir danskarar, og eg mynstraði sum 3. stýrimaður. Manningin var annars Hongkong-kinesar. Í maskinuni vóru stjórin og 1. meistari danir, hinir vóru kinverjar. kokkapersonalið var alt kinverjar. Vit høvdu álítandi og óalmindiliga fitt fólk umborð. Hesir Hongkong-kinesar vóru eitt heilt annað fólkaslag enn tað, eg var vanur við, og teir vóru so óalmindiliga væl disciplineraðir.
Mær dámdi stak væl umborð. Flestu yvirmenninir vóru suðurjútar, og eg var einsamallur føroyingur, og vit komu væl út av tí. Har var ikki so strangt sum umborð á Mærsk. Vit yvirmenn hildu væl saman og komu ikki nógv í samband við skipsmanningina sum heild. Teir vóru fyri seg, men høvdu respekt fyri okkum, og messu- og kamardreingir gingu okkum væl til handa. Vit og maskinyvirmenninir búðu á miðum skipi, meðan manningin helt til har afturi. Vit høvdu tvær maskinur og eina skrúvu, so tær kundu koplast saman. Og tað var nokkso praktiskt, tí teir kundu altíð kopla aðra maskinuna frá, um okkurt varð áfatt.
Vit sigldu mest har eysturi, upp á Japan og reyða Kina, har Mao Tse Tung framvegis var høgt í metum. Reyða Kina var afturlatið land, og fá skip sluppu hagar. Eg var eitt sindur kløkkur, fyrstu ferð eg kom hagar í 1969. Øll gingu við hesi reyðu bókini hjá Mao, og eingin tordi at gera balladu av nøkrum slag. Fólkið, sum kom umborð at lossa, tóktist bangið at gera nakað skeivt. Ikki var neyðugt at steingja kahúttir ella nakað, tí lossingarfólkið tordi ikki at taka nakað við sær í land, tí øll vóru kannað, tá ið tey komu og fóru. Hesin býurin nevndist Port Arthur, og vit fingu loyvi at fara í land, men komnir niðan um havnarlagið, sóu vit gálgar, har teir framvegis hongdu fólk. Vit hoyrdu røddir í hátalara og sóu hermenn í hergongu, so tað var nakað hugstoytt hjá okkum at byrja við, men sum frá leið vandust vit við tað.
Eg var umborð á Michael Jepsen í 18 mánaðir, og mær dámdi stak væl. Vit komu víða um har eysturi, sigldu ikki bara upp á Japan og Kina, men komu til Ceylon, India, Pakistan Indonesia og Malaysia. Eg byrjaði sum 3. stýrimaður, og tá ið eg fór í land, var eg yvirstýrimaður. Vit komu rættiliga ofta til Singapore, og har var eg komin at kenna eina damu, so tá ið eg fór í land, fór eg hvørki til Danmarkar ella Føroyar, men fekk mær eina íbúð í Singapore.

Giftist og búsetist í Singapore
Góðar 3 mánaðir seinni fór eg útaftur sum yvirstýrimaður, nú við Claru Jepsen. Við hesum skipi var eg til ársenda 1970, og heimafturkomin ta ferðina giftust vit bæði, daman úr Singapore og eg. Stutt eftir stóð mær í boði at føra ein stykkjagóðsbát úr Singapore, og nú, eg hevði búsett meg har, helt eg, at tað kundi eg tað sama, og so hevði eg skattligar fyrimunir eisini.
Skipið nevndist Tong Hai, var knapt 7000 tons stórt, bygt í Svøríki og var í góðum standi. Hetta var í 1971, og eg var ikki meir enn 30 ár, nú eg gjørdist skipari. Manningin var um 30 mans, mest Singapore-kinesar, men eisini nakrir malayar, indonesar og australar.
Vit sigldu upp á Kina, Japan og Hongkong, og vit sigldu upp á Bangkok, Manilla, Djakarta og Columbo, og vit sigldu upp til Bangladesh, Chittagong.
Eg var nakað leingi umborð á hesum skipinum, men nú sigldu vit upp á Singapore eisini, og eg slapp til hús viðhvørt. Tey bæði árini, eg var við Tong Hai, hevði eg í roynd og veru onga feriu. Men so skal skipið klassast og í dokk, og eg fái boð um at koma á skrivstovuna í Singapore at tosa í trúnaði. Og nú kemur fram, at teir hava keypt eitt gamalt skip úr Grikkalandi, sum liggur úti fyri Gibraltar.

Óeydnisskipið Camsolo
Hetta skipið, Camsolo, kom at roynast satt óeydnisskip. Tað hevði fullan farm av handilstøðum, nú tað lá og bíðaði eftir skipara at føra tað til Svøríkis. So ólagaligt var tað, at teir høvdu ongan annan skipara tøkan enn meg akkurát tá. Mær var lovað, at eg skuldi fáa 500 Singapore-dollarar eyka um mánaðin, um eg fór, og tað var nokkso nógv, tí Singapore-dollarin var 3,50 kr, og tað var skattafrítt. Skiparalønin lá annars um einar 3000 dollarar um mánaðin.
Eg sigi so við konuna, at eg mátti fara til Gilbraltar at loysa ein skipara av. Fór við flogfari til London og haðani til Gibraltar, har skipið lá útfyri. Men har sigur agenturin beinanvegin við meg, at eg var komin lort í býin. Skiparin og ein maskinmaður vóru vórðnir óðir í høvdinum, tí skipið riggaði so illa, og maskinuna høvdu teir ligið og umvælt í 14 dagar. Hetta visti eg einki um, tað hevði reiðaríið ikki sagt mær.
Skiparin, ein New Zealandari, noktaði at sigla skipið til Norðanlond, tí tað var í so ringum standi, ring árstíð, og ókunnugur var hann eisini. Sum eg skilti, drakk hann eina fløsku av whisky um dagin, og tá ið eg kom umborð, bað eg hann greiða mær frá skipinum og tí, sum farið var fram. Men hann vildi bara sleppa í land beinanvegin, hevði pakkað og var ovurfegin, nú hann skuldi í land. Hann hevði fingið nóg mikið av hesum skipinum, og maskinmannin sá eg ongantíð. Hann var longu farin í land, á hospitalið, mentalt sjúkur. Yvirstýrimaðurin var indonesi og nevndist Adolf Sunda.
Men nú var eg so har, og ikki var nógv annað at gera enn at fara til verka. Afturat mær hevði eg tríggjar stýrimenn og ein fjarritara. Maskinstjórin tóktist ikki hava nógv skil fyri maskinum, men hann hevði aðrar undir sær, sum møguliga vistu meir. Skipið var bygt í 1947 og fermdi 4700 tons. Vit gjørdu sjóklárt, hivaðu akkerið og fóru at sigla.
Komnir í Biskeiðavíkina, gjørdist av allarringasta veðri, og skipið arbeiddi ógvuliga hart í sjónum, tí tað var so stívt av hesum tunga farminum. Vit hildu kortini á og komu at enda í ensku kanalina. Nú slætnaði, og eftir at hava lagt Ermarsund afturum okkum, sigldu vit upp í Norðsjógvin, men tá ið vit nærkaðust Skagen, gekk annar generatorurin fyri. Hin megnaði ikki at dríva alt el-kervið, haruppií radari, gyro og peilari.
Gyrokumpassin fór heilt út at koyra, og vit fingu ikki stýrt eftir henni. Vit máttu stýra eftir magnetkumpassini, og eg mátti tekna krákuføtir og rokna misvísning og deviatión. Vit sigldu suður gjøgnum Oyrasund, men radaran brúktu vit bara viðhvørt, tí vit máttu spara streym. Vit peilaðu radiovitar, og stundum vóru vit við at sigla á land. Endiliga komu vit inn í Eystrasalt, og tá ið vit komu norður um Gotland, peilaði eg radiovitan á einari lítlari oyggj, har vit skuldu taka loðs til Norrkjøbing.
Tað kom ógvuliga væl við at fáa loðs umborð, tí siglingin hevði verið so strævin, men eg var kortini á brúnni, meðan vit sigldu inn til Norrkjøping. Tað var so kalt, bara annar generatorin virkaði og eingin hiti var á brúnni, og loðsurin spurdi meg, um hann ikki kundi fáa ein whisky at hita seg við. Og eg mín dummi hundur gevi honum eina hálva fløsku av whisky, so hann kundi smakka sær á og koyra upp í kaffi. Eg hugsaði ikki, at tað fór at bila.
Tað var nakað langt at sigla inn, men tá ið vit nærkast Norrkjøping, biði eg um tveir sleipibátar, so vit koma at í øllum góðum, og samstundis minni eg loðsin á, at maskinaríið er óálítandi. Men eg veit ikki, nú er hann farin at kenna til, hesin svenski loðsurin, hevði vánaligt samband við sleipibátarnar, og við reiðiliga nógvari ferð rennir hann á bryggjuna. Vit fingu eina buklu á stevnið, og bryggjan brotnaði nakað. Loðsurin varð bara loyniliga sjúgvaður í land, teir vistu væl, at hann var hálvfullur. Men eg skrivaði tað í dagbókina, og tá ið vit seinni skuldu standa til svars fyri skaðan á landi, noktaði eg at gjalda og segði, at vit høvdu nóg mikið at dragast við at fáa stevnið umvælt.

Maskinan gongur fyri
Dagin eftir byrjaðu vit at lossa, og komandi dagarnar gekk bara væl, tó at eg alla tíðina var bangin um generatorin. Væntaði at hann fór at brenna saman, tí vit brúktu spølini at lossa. Kortini bilti ikki, fyrr enn vit skuldu forhála. Eg bað teir nýta sleipara at flyta skipið og ikki spælið, tí tað toldi generatorurin ikki, men tað lurtaðu teir ikki eftir. Endin varð, at krumtapsaksilin brotnaði, og generatorurin gekk fyri. Skipið lá steindeytt. Kolasvart umborð, og maskinaríið var í knúsi. Ongin generatorur, bítandi kuldi, og fólkið mátti í land at sova.
Nakrir indonesar ætlaðu sær at sova umborð kortini. Teir ballaðu seg inn í teppir og alt møguligt og stúvaðu seg saman í eini kahútt. Bara stearinljós, men so fyltu teir tvær byttir við trækoli, settu eld á og lótu væl aftur at hita rúmið. Til alla lukku kemur ein av manningini framvið og sær royk koma undan hurðini. Letur upp, og fult av royki inni. Teir vóru allir eitraðir, sovnaðir. Sonur yvirstýrimannin, Adolf Sunda, var ein teimum trettan, sum høvdu bunkað seg saman at halda hitanum.
Eg læt róp koma í, boðaði frá, og politi- og sjúkrabilar komu. Allir vórðu fluttir á sjúkrahús, og tað stóð um lív hjá onkrum. Har var eitt øgiligt skil, og bløðini skrivaðu um hendingina. Restin av manningini fór á sjómansheimið at sova, og eg var einsamallur eftir umborð. Jarnskip og kalt, og hóast eg ballaði meg í teppir og alt møguligt, fekk eg ongantíð hitan. Men eg sovnaði kortini, og tá ið eg visti til mín morgunin eftir, stóðu fólk í hurðini, svensk blaðfólk. Áðrenn eg fekk reist meg upp – ílætin tjúkkan frakka og mundi síggja ræðuligur út – fekk eg eitt blitz beint upp í gronina. Dagin eftir var mynd av mær í bløðunum: "Kaptajnen alene ombord." Heilsumyndugleikar komu uppí, og eg bað um eina il-samrøðu við reiðaríið at greiða frá, hvussu vorðið var, at maskinan var sundurknúst, skipið lá deytt, og næstan helvtin av manningini var eitrað.

Leggja hald á skipið
Myndugleikar komu við alskyns krøvum. Skipasýnið kravdi ábøtur gjørdar her og har, og umboð fyri ITF – Internaional Transport worker Federation – kravdi, at manningin fekk svenska hýru. Eg segði, at tað kundu teir ikki, tí teir vóru undir sjólógini og ikki undir svenskari lóg. Skipið var undir Panama-flaggi, og eg sendi boð eftir Panama-konslinum í Stockhólmi at gera sína ávirkan galdandi, nú svenskarar høvdu lagt hald á skipið. Einans 200 tons vóru eftir at lossa, men teir vildu ikki tøma skipið, sum nú varð flutt í eina havn fyri uppløgd skip.
Men so kom umboðsmaðurin hjá reiðarínum úr Singapore, og nú kom gongd á at umvæla skipið. Eykalutir komu við flúgvara, og reparatørar komu úr Singapore. Manningin kundi framvegis ikki búgva umborð, tí tað var so kalt. Hon fekk innivist á Frelsunarherinum, tað var tað bíligasta. Men sum frá leið, gjørdist ov dýrt at hava menninar gangandi fyri einki, so eg fekk boð um at senda fleiri heim.
Eg avdúkaði ongantíð, at eg skilti svenskt, tí alla tíðina, vit høvdu havt við svenskar myndugleikar at gera, hevði eg tosað enskt, og teir vistu ikki reiðiliga, hvar eg var frá. Væl gekst at umvæla skipið, men í landi væntaði eingin, at vit kundu sigla enn á sinni. Nærindis lá ein verkstaður, og har fingu vit loyvi at gera ymsar smáumvælingar, bara vit rindaðu fyri tað. Reparatørarnir hjá okkum fingu loyvi at fara á verkstaðin at umvæla ymist, sum teir ikki fingu gjørt umborð.

Stevndur fyri rættin
Uppaftur meira skund fingu vit at gera skipið liðugt, tá ið eg skilti á agentinum, at ein stevning var í umbúna. ITF-felagsskapurin og skipasýnið ætlaðu at stevna meg fyri rættin í Stockhólmi. Politimeistarin í Norrkjøping kom umborð við stevningini. Vit sótu inni á kamarinum hjá mær, og reiðarin var tá komin úr Singapore. Eg visti longu, at teir fóru at stevna meg, men eg visti ikki, at tað fór at vera so skjótt. Politimeistarin rættir mær skrivið, og har stendur, at eg skal møta ein mánamorgun í 1974 í rættinum í Stockhólmi. Skjalið var á svenskum, men eg skilti hvørt orð, og eg haldi, at politimeistarin hevði mistanka um tað. Men eg segði nakað grískur, at tað hjálpti einki at geva mær eitt bræv á svenskum, tí eg skilti einki av tí, bað tey umseta til enskt og síðani koma aftur. Hetta segði eg við damuna, sum tulkaði, og politimeistaran varð ikki óður, men galin, tók brævið og fór í land.
Hetta hendi ein hósdag, og mánadagin eftir skuldi eg møta í rættinum í Stockhólmi. Møtti eg ikki, kundi eg vænta, at løgreglan kom eftir mær, og hvat úrslitið fór at verða, visti eingin. Eg gav nú boð um, at maskinan skuldi verða siglingarklár kl. 02.00 náttina til sunnudag. Leygarkvøld plagdi at vera dansur og veitsla í Norrkjøbing, men aftaná at fólk høvdu verið niðri á havnarlagnum og forvitnast um midnáttarleitið, plagdi at vera friður.

Rýma á myrkari nátt
Motorurin varð settur í gongd, og á slagnum kl. 02.00 náttina til sunnudag varð skipið loyst. Trongligt var í havnini, eingin sleipibátur, sum vera man, men vit fingu manøvrerað skipið út gjøgnum trongan. Við myrkum skipi koma vit framvið vaktarhúsinum, síggi havnarfútan taka telefonina beinanvegin, og eg sigi við stýrimannin, at nú boðar hann myndugleikunum frá. Men nú var skipið í lagi aftur: maskinan gekk, generatorar, radari og gyrokumpass virkaðu, sum tey skuldu.
Eg legði mær í geyma á leiðini inn, hvussu loðsurin sigldi, men nú var skipið nógv lættari, og vit fingu ikki trupulleikar í so máta.
Men komnir útum, kemur ein tollvaktsbátur upp á síðuna á okkum, og teir royna at ganga upp á skipið at steðga okkum. Hetta miseydnaðist kortini, tí báturin hjá teimum var so lítil í mun til okkum, sum lógu so høgir á vatninum. Teir skutu ávaringarrakettir, og teir skutu við skørpum, men vit lótu ikki við okkum koma, nú galt um at koma út í víðan sjógv. Einaferð, teir royndu at ganga upp á skipið bakborðsmegin, sigldi eg so nær einum skeri um bakborð, sum eg tordi, og fekk hindrað teimum at koma tann vegin. So ætlaðu teir sær at koma stýriborðsmegin, men tá var vorðið so mikið opið og óslætt, at teir gingu frá ætlanini. Teir góvust kortini ikki at elta okkum, men vit sigldu skjótari, og teir dragnaði so líðandi afturúr.
Vit hildu beint út frá strondini at koma í altjóða sjógv sum skjótast. Eg hoyrdi vaktarbátin í VHF-inum boða frá, at teir góvust at elta okkum, men fóru at heita á donsku sjóverjuna at steðga okkum við Bornholm ella í Oyrasundi. Komnir út í altjóða sjógv sigldu vit suðureftir, ætlaðu at koma nær polsku og eysturtýsku strondini og sleppa okkum undan tann vegin. Væntaði trupulleikar við Bornholm, men har var eingin bátur at síggja.
Møguleikarnir vóru tríggir at koma úr Eystrasalti: upp gjøgnum Oyrasund, Stórabelt ella gjøgnum Kielerkanalina. Lítlabelt bar ikki til. Eg gjørdi av at royna Stórabelt, og væl gekst, hóast danskt hernaðarflogfar streyk yvir okkum har á leiðini. Donsk radiotíðindi vistu at siga, at svenskir myndugleikar vildu hava danir at steðga okkum, men at teir kundu einki gera, so leingi vit ikki komu í danska havn. Vit komu upp í Kattegat í øllum góðum og rundaðu Skagen. Fjølmiðlarnir fylgdu gongdini gjølla, og nærindis Skagen var ein pressuflúgvari yvir okkum og tók myndir. Nú var sloppið, og vit hildu leiðina fram til Rotterdam.

Skipið broytir navn
Í Rotterdam fekk skipið nýggjan samleika, identitet. Gamsolo var jú eftirlýst og kundi ikki halda fram. Nýggj skipsskjøl vórðu skrivað, og undir navninum Karachi helt gamla skútan til havs aftur. At eg helt fram sum skipari, var ikki serliga heppið, men eg veit ikki, reiðarin vildi ikki av við meg, tá ið samanum kom. Sunda, yvirstýrimaðurin, hevði kunnað tikið yvir, men so varð ikki.
Aftaná Rotterdam varð kósin sett móti Marokko at taka ein farm til Singapore, har skipið skuldi sigla út frá. Nærum øll manningin var nýggj, eftir vóru bara eg og yvirstýrimaðurin Sunda, sonur hansara, bátsmaðurin, ein matrósur og ein kinesiskur kokkur.
Vit máttu inn í Las Palmas í Kanariuoyggjum eftir smyrjiolju. Generatorarnir brúktu eina øgiliga smyriolju, men annars gekk ferðin væl. Sigldu suðurvið afrikastrondini, men út fyri Suðurafrika var aftur galið. Generatorarnir gingu, men smyrjioljan var uppi. Endin varð, at vit skiftu báðar generatorarnar út í Cape Town.
Men nú helt eg vera nóg mikið hjá mær og bað reiðaríið fáa ein annan at føra skipið til Singapore, og tað var eisini í lagi. Fór við flogfari frá Cape Town til Perth í Australia og dagin eftir til Singapore. Gott var at koma heim aftur eftir ein slíkan túr. Men eg hevði ikki verið heima meir enn einar tríggjar vikur, so vóru aftur boð eftir mær, nú skuldi eg føra eitt skip, ið nevndist Golden Season. Eitt veldiga gott skip, góð 12000 tons deyðvekt, stykkjagóðsbátur.
Vit høvdu indonesar og filippinar umborð, og á kokkadeildini vóru kinesar. Maskinaríið var í fínasta ordan, og fyrsta túrin fóru vit til Manila at lasta sement til Dubai uppi í Persaragolfinum. At lasta og lossa sement tekur langa tíð, men tað ger einki, tí tá liggur man bara og hevur tað gott. Í Dubai fekst tíðin at ganga. Á náttklubba hitti tú stewardessur, sjeikar, og mong onnur. Í havnini lógu fleiri skip, m. a. hjá Mærsk, og farið varð umborð at vitja.
Eftir at hava verið við Golden Season einar 7-8 mánaðir, fór eg í feriu. Men komin til Singapore aftur, stóð mær í boði at gerast "Port Captain." Umframt at vera superkargo skuldi eg loðsa skip har eysturi, serliga til havnirnar Penang, Kuala Lumpur, Kelang og Singapore.

Til Føroya at ferðast
Í 1975 fari eg til Føroya at ferðast, men tá hevði eg ikki verið heima síðani 1967. Eg hevði einki at gera akkurát tá, og konan og eg vóru farin hvør til sítt. Eftir at hava verið heima eina tíð, stendur mær í boði at at føra ein bulkcarriara hjá "Malaysian Intenational Shippingcomany." Eg skuldi mynstra nærindis Singapore, har skipið skuldi lasta til Japan.
Eg fari so avstað, men verði forsinkaður. Eg haldi, at tað vóru floglíkindini í Vágum, sum vóru orsøkin. Hetta hevði so við sær, at tá ið eg komið fram, var skipið farið. Eg fór so við flogfari til Tokyo og síðani Osaka og seinasta strekkið við toki. Hetta skipið var óføra stórt, ein bulkcarriari upp á 40000 tons stórt, og har var eg umborð í 13 mánaðir.
Tá ið eg mynstraði av, bjóðaði yvirstýrimaðurin, sum var filippini, mær heim til sín at ferðast. Eg var so á Filipsoyggjunum í fimm mánaðir. Eg var leysur aftur, og møguliga hevði man hug at spæla playboy eitt sindur. Men í Manila mást tú ansa tær, har er ikki vandaleyst at fara í býin. Hesin yvirstýrimaðurin nevndist Oskar, og vit fiskaðu og sigldu millum oyggjarnar og vitjaðu fólk. Tey vóru blíð og bjóðaðu okkum kokusnøtur og annað mangt.
Men so kemur gerandisdagurin aftur, og eg fari umborð á ein stykkjagóðsbát upp á 9000 tons. Eitt veldiga flott og gott skip, men tá ið eg hevði verið átta mánaðir umborð, seldu teir tað til grikkar, og tað var harmiligt. Við tí skipinum sigldu vit upp á Bankok, niður til Australia og har um vegir. Tað var tað síðsta skipið, eg førdi har eysturi.

Heim aftur á klettarnar
Eg flutti heim til Føroya í 1978. Var komin til ta niðurstøðu, at nú var nóg mikið har eysturi. Í tíðini aftaná var eg nakrar ferðir úti sum yvirstýrimaður við donskum farmaskipum, og seinasta skipið, sum eg førdi, var Krosstindur hjá Rósing Rasmussen. Eg arbeiddi síðani á Snørisvirkinum í Klaksvík eina tíð, men av heilsuávum mátti eg gevast fyri nøkrum árum síðani.