Jákubina Hansson bjóðar til málninga framsýning og fernisering á matstovuni hjá Dugna á Hjalla: fríggjadagin 23. august 2013 kl. 15-17.
Jákubina Hansson bjóðar til málninga framsýning og fernisering á matstovuni hjá Dugna á Hjalla: fríggjadagin 23. august 2013 kl. 15-17.
Bjóða verður nýbakaðar køkur, kaffi, te og okkurt kalt at drekka.
Hon sýnir fram abstraktar stemningsmyndir, har flestu motivini eru kvinnumyndir, málaðar seinastu 3 árini.
Jákubina hevur verið á fleiri skeiðum hjá Birger Møller, umframt øðrum undirvísarum. Hon hevur sýnt fram til kvøldskúlaframsýningar, í Smiðjuni í Lítluvík og til Ólavsøku framsýning í Listaskálanum, 2010.
Øll eru hjartaliga vælkomin til fernisering og annars at vitja framsýningina allar gerandisdagar millum kl. 11.30 og 16. Framsýningin hongur fram til 30 aug.




