Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup 50

Oliver Joensen

Ídag, 11. oktober, verður Jákup Olsen á Dalinum í Klaksvík 50 ár.

Tá ið Jákup var liðugur í skúlanum, hevði hann fyrifallandi arbeiði. Hann kom í læru í táverandi Norðoya banka og starvaðist har í nøkur ár.
Seinni fór Jákup at arbeiða í Norðoya Sparikassa og hevur starvast har seinastu mongu árini.
Jákup er giftur við Elin, fødd Nielsen, úr Farsø í Danmark, og tey eiga tríggjar synir: Petur, Karstin og Steffan.
Jákup ger ikki nógv um seg. Hann er friðarligur, umhugsin og nærlagdur.
Í frítíðini dámar honum at arbeiða í urtagarðinum, fara á flot og ganga á fjøllunum.
Dagurin veerður hildin á Rættargøtu í kvøld. Opið hús verður frá kl. 19.00.