Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup, Atli og Ovi ikki við á Mølini

John William Joensen

Tá umleið korter var eftir av dystinum fekk Jákup Mikkelsen, ein skaða í læri og verður tí neyvan tøkur til dystin komandi vikuskifti.

Av tí at venjarin hevði brúkt allar útskiftingarnar noyddist Jákup at halda fram, men skaðin er somikið álvarsligur at hann ikki verður tøkur til dystin móti felagsliðnum á Mølini á Eiði.
Í hansara stað sleppur so Andrias Jóhannesen 2.deildarmálverjin, Andrias Joensen, at royna seg. Hann hevur leikt væl á 2.deild í ár. Í hansara stað sleppur so Meinhard Joensen, sum i vikuni byrjaði aftur at venja, so aftur í eldin.
 
Ovi og Atli leikbannaðir
Umframt Jákup, verða Ovi Nysted og Atli Danielsen ikki við í hópinum tá liði skal leika ímóti EB/Str. komandi vikuskifti.
Ovi og Atli fingu hvør sína ávaring í dystinum móti B36 og tískil eru baðir leikbannaðir komandi vikuskfti.