Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup B fór á ísfiskaveiðu fyri løtu síðani

Oliver Joensen

Grímur Lassen, reiðari á Jákupi B loysti sjálvur. Grímur sigur, at fiskaríið hevur verið hampuligt. Seinasta túr royndi Jákup B bert í fýra dagar og hevði góð 40.000 pund, prísurin hevur verið somikið góður, at hetta var ein góður túrur í pengum.

Sum veðurlíkindini eru nú, so fara teir helst norður um. Ætlanin var annars at fara avstað í gjárkvøldið, men av tí at ein maður bleiv veðurfastur orsakað av nógva kavanum, fór Jákup B ikki fyrr enn ídag. Helmar Lassen er skipari á Jákupi B.