Helmar Lassen, skipari á Jákup B sigur, at teir vita onki um fiskiskap við Ísland í løtuni, eg haldi ikki at nakar føroyskur bátur hevur verið har nú.
Ein slíkur íslandstúrur tekur um 14 dagar, um alt gongur sum tað skal, vit landa helst týsdagin ella mikudagin í aðru viku aftur. 14 mans eru við Jákupi B hendan túrin.
Um tað sum farið er av árinum higartil, sigur Helmar Lassen, skipari, at fyrsta túrin í ár var bara all right, síðani hevur verið lakari, men tó, fiskaríið hevur verið brúkiligt, men prísurin hevur verið lágur í seinastuni.
Vit ynskja teimum góðan túr!




