Fiskiskapurin undir Íslandi hevur verið góður hjá Jákup B.
Fiskiskapurin undir Íslandi hevur verið góður hjá Jákup B.
Jákup B byrjaði fiskiskap týsdagin og hevur sostatt bara roynt í 5 dagar nú hann í dag landar í Ólafsvík í Íslandi. Fiskiskapurin hevur verið góður, tí Jákup B hevur sambært Vørn áleið 92.000 pund. Av tí er áleið 50.000 pund toskur, meðan nakað av hýsu og longu eisini er uppií veiðuni.




