Jákup B hevur ligið á Stongunum nú í eina tíð og hevur fingið nýggja brúgv, ið er gjørd í Klaksvík.
Grímur Lassen, skipari sigur, at Umframt at fáa nýggja brúgv, verður alt arbeiðsdekkið gjørt av nýggjum, soleiðis at arbeiðisgongdin umborð verður meira tíðarhóskandi.
Eisini verður lastin gjørd av nýggjum og dekkið sandblást, harafturat verður hampað um øll uppihaldsrúmini hjá manningini, soleiðis at tað verður eitt arbeiðisligari skip, sum fer aftur til fiskiskap einafer í oktober mánaða.




