Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup B verður á Havnini í nátt

Jákup Ósá

Sleipingin hevur gingið væl.

Tað var fyri góðari viku síðani, at Jákup B fekk maskinskaða ið gjørdi, at hann ikki fekk farið til fiskiskap. Tá manglaði hann umleið eitt døgn til fiskileið. Síðani var ivamál um, hvussu hann skuldi sleppa heim. Endin bleiv, at Sigmund sleipaði hann fyrsta strekkið, meðan Tjaldrið hevur sleipað hann seinasta strekkið.

Um alt gongur sum tað skal, so verður Jákup B á Havnini í nátt kl. 02.00. Har skal hann uppá bending, tí bedingin í Klaksvík í løtuni ger ymiskar umvælingar og ikki fær tikið ímóti í løtuni.