Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup fingið langt leikbann

Jákup Ósá

Í dómarafrágreiðingini stendur, at Jákup ikki var ertaður og av tí sama fær hann longri leikbann.

Í dómarafrágreiðingini stendur, at Jákup ikki var ertaður og av tí sama fær hann longri leikbann.

Dómur er nú fallin um, hvussu langt leikbann KÍ miðvallarleikarin Jákup B. Andreasen fær fyri reyða kortið, ið hann fekk móti Skála. Í dómarafrágreiðingini stendur, at Jákup var ikki ertaður og tí fær hann ein dyst longri enn, um hann var ertaður. Jákup fær leikbann í tríggjar dystir og má sostatt sita yvir í teimum trimum útidystunum móti B36, Undrið FF og 07 Vestur.