Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup í Stórustovu, North Atlantic Football Agency "NAFA": Stórur áhugi fyri ungum føroyskum leikarum

John William Joensen

Jákup í Stórustovu, sum eisini hevur umboða Rógva í samráðingunum við Íslendska felagið, sigur at stórur áhugi er fyri føroyskum leikarum

Jákup í Stórustovu, sum er einasti føroyski fótbólts-agenturin, sigur at eftir at føroyska U-17 landsliði vann á Danmark í Finlandi, er áhugin fyri føroyskum U-17 og U-19 landsliðsleikarum vaksin munandi.
– Eg kann ikki gera viðmerkingar til sáttmálan millum Rógva og KR, uttan at talan er um ein tvey ára sáttmála har báðir partar hava gjørt avtalu um at tað sum er í sáttmálanum ikki skal almannakunngerast.
– Men tað er rift um føroysku leikararnar í løtuni.
– Umframt at umboð fyri útlendsk feløg javnan vitjað í Føroyum, so verða vit eisini kontaktaðir beinleiðs um føroyskar leikarar og serliga ungu leikararnar.
– Tað eru feløg úr Norra, Danmark, Íslandi, Skotlandi, Onglandi, Hollandi sum rættuliga hava fingið eyguni upp fyri Føroyskum leikarum, og trúgvi eg at hetta kemur tí at FSF og feløgini nú gera nógv fyri at menna ungu leikararnar.
Jákup í Stórustovu vónar at fleiri leikarar fáa sáttmála uttanlanda innan stutta tíð.