Á heimasíðuni hjá býráðnum verður kunnað um útskifting av býráðslimum.
Kunning um býráðsmanningina í løtuni – farloyvi
Eftir farloyvi úr býráðnum frá 1. november til 31. desember 2006 hevur Jákup Mikkelsen býráðslimur aftur tikið sæti í býráðnum. Atli S. Justinussen býráðslimur fekk játtað farloyvi frá 22. november 2006 til 1. februar 2007 og er tí framvegis í farloyvi og verður tað hendan mánaðin út.
Jan Gardar er sostatt sum tann sætti valdi á listanum pr. 31. desember 2006 farin úr aftur býráðnum, meðan Erik Andreasen sum tann fimti valdi framvegis er inni í býráðnum – men nú fyri Atla S. Justinussen.
Atli er limur í Havnanevndini og Sosialu Nevnd, og Erik situr sostatt í hesum nevndum nú í januar 2007 og fær fundarboð til hesar umframt til býráðsfundin hetta fundarumfarið.
Atli S. Justinussen tekur sostatt aftur sæti í býráðnum pr. 1. februar 2007.
Kelda: www.klaksvik.fo




