Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen er aftur í barndómsfelagnum: Fara KÍ og Jákup at klára tað sama sum NSÍ og Jens Martin?

John William Joensen

Eftir fleiri ár í útlegd eydnaðist tað í ár umsíðir Jens Martin Knudsen at gerast føroyameistari við NSÍ, og nú Jákup Mikkelsen er afturkomin til Klaksvíkar og KÍ, rennur sami tanki fram í hugan: Kann KÍ aftur trína hægstu fótbóltstindar?

Týskvøldið skrivaði Jákup Mikkelsen undir tvey ára sáttmála við KÍ. Harvið fer landsliðsmálmaðurin heimaftur til barndómsfelagið at spæla.

Sum kunnugt er Jákup Mikkelsen eitt sera kent, og væl dámt, andlit í KÍ og Klaksvík yvirhøvur. Hann spældi øll ungdómsárini við KÍ, og eftir at hann hevði vunnið sær pláss á besta liðnum, var hann málmaður har fram til august mánað 1994, tá ið hann fór til Danmarkar at royna fótbóltsevnini.

Í Danmark spældi hann 136 dystir fyri besta liðið hjá Herfølge, og hann gjørdist danskur meistari við felagnum.

Seinni gekk leiðin til Noregs og Skotlands, har hann umboðaði feløgini Molde og Partick Thistle. Í 2004 kom Jákup Mikkelsen heimaftur til Føroya at spæla, og fyrsta árið spældi hann í KÍ. Seinastu trý árini hevur Jákup vart málið hjá B36.

Á KÍ-heimasíðuni sigur Aksel Johannesen, nevndarformaður í sp/f KÍ, at Jákup er ein framúr góður málmaður, og hann hevur drúgvar altjóða royndir, sum fara at koma okkara hópi sera væl við. Vit hava eisini avtalu við Meinhardt Joensen næsta kappingarár, so KÍ hevur nú tveir teir bestu málmenninar í landinum í hópinum.

Jákup Mikkelsen hevur spælt 53 a-landsdystir fyri Føroyar, og hann er liðformaður á landsliðnum.

Higartil vunnið eittans FM-heiti
Hóast drúgva tíðarskeiðið í KÍ øll ungdómsárini, har fleiri FM-heiti vórðu vunnin í yngru deildunum, so hevur Jákup Mikkelsen higar til dags bert vunnið tað eina føroyameistaraheitið við besta KÍ-liðnum, nevniliga tað í 1991, tá hann sum blaðungur málmaður kappaðist við John William Joensen um plássið millum stengurnar.

Men nú Jákup aftur verður at síggja í KÍ-búnanum, reisir tað spurningin av nýggjum, um KÍ, við Jákupi á liðnum, kann trína hægstu tindar fótbóltsins í Føroyum.

’En enlig svale gør ingen sommer’, siga danir, og ein fótbóltsspælari ger heldur ikki einsamallur KÍ til eitt meistaralið – tað skal meira til enn so.

Men tá tað er sagt, so er Jákup Mikkelsen heldur ikki ein og hvør í føroyskum fótbólti. Hansara dygdir og royndir sum fótbóltsspælari hava stórt árin á umhvørvið uttan um hann, og so hevur hann ein hugburð, sum lyftir eitt og hvørt føroyskt lið – eingin ivi um tað.

Hansara heimkoma kann tí gerast ein týðandi grundarsteinur undir víðari arbeiðnum at byggja uppaftur eitt satt meistaralið í Klaksvík.

Tað nyttar ikki at vera órealistiska ótolin, men vónin er nú, at KÍ fer at gera tað sama saman við Jákup, sum NSÍ í ár gjørdi saman við Jens Martin.

Tað krevur bæði hegni og hepni, men tað letur seg gera at trína tindin – eisini hjá KÍ.

Vælkomin heim, Jákup!
Gott at frætta, at tú ert afturkomin til Klaksvíkar eftir eina fantastiska yrkisleið, bæði her heima og í øðrum londum. Vónandi liggja enn nøkur fantastisk ár eftir og bíða tær her í heimstaðnum, bæði sum leikari og á annan hátt 🙂

Koyrið nú á!