Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen, form í byggi-og býarskipanarnevndini: Burturvið at seta bygning við bátabrúgvarnar

John William Joensen

Býráðið arbeiðir í løtuni við eini endurskoðan av býarætlanini, sum verður løgd fyri býráðið fyrst í komandi ári.

Í tí sambandi meti eg at tað er sera óheppið at býráðið samtykti at loyva Draganum at seta ein gamlan bygning oman á bátaøkið niðanfyri N. P. Gøtu. Tað kendist ikki sørt hugstoytt fyri meg sum form. í Byggi-og býarskipanarnevndini einsamallur at atkvøða ímóti hesum máli, meðan 9 býráðslimir atkvøddu fyri.
Í fyrsta lagi er tað eftir míni meting, burturvið at geva eitt slíkt loyvi, beint sum arbeitt verður við endurskoðanini av býarætlanini, tí ein slík avgerð bindur meir ella minni alt økið frá Statoilstøðini norður til Shellstøðina, sum man vera eitt tað mest áhugaverda økið í býnum.
Harafturat meti eg tað verða sera lítið visionert at seta ein so gamlan bygning, mitt niður í bátaøkið. Hetta fer undir ongum umstøðum at hóska inn í umhvørvið og tískil ein brølari av teim heilt stóru.
Tankin at skapa møguleikar fyri einum "bátaeigaraumhvørvi" taki eg fult undir við, men tað finnast loysnir sum eru munandi skilabetri enn hon sum nú er frammi.
Jákup Mikkelsen

Harleyfacadeacryl