Norðoyatingmaðurin, Jákup Mikkelsen, er valdur til formann í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.
Hetta starvið hevur stóran týdning í dagliga politiska lívinum.
Tað er formaðurin í tingbólkinum, sum myndar flokkin í løgtinginum og hann er eisini partur av lítlu samgongu har týðandi samgongumál verða viðgjørd.




