Tá nú Jógvan við Keldu tekur við starvinum sum innanríkisráðharri, so verður tað næsti maður á Fólkaflokslistanum í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, sum fer at taka sæti á tingi.
Jákup Mikkelsen var í tinginum frammanundan, hann kom inn á ting fyri tveimum árum síðani, tá Annfinn Kallsberg gjørdist løgmaður og Jákup Mikkelsen var triðji maður á listanum í Norðoyggjum. Jákup Mikkelsen er ikki ókendur í politikki annars, hann var í býráðnum frá 1984 til 1992. Hann er útbúgvin lærari og hevur seinastu árini verið stjóri á JFK-heilsølu.




