Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen: Høgni má fjernast

John William Joensen

Tingmaðurin hjá fólkaflokkinum heldur, at tað er sera álvarsamt, at Høgni Hoydal ætlar at leggja fiskiflotan, um eingin semja um nýggjan fiskivinnupolitikk verður áðrenn 1. januar. Tað segði hann í viðmerking í løgtinginum í dag.

– Vit hava hoyrt bæði landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann sagt, at eftir 1. januar í 2018 so eru eingir loyvir. Og pressan letur teir sleppa at siga tað uttan at fylgja upp. Veruleikin er tann, at í lógini stendur, at loyvini kunnu framskrivast í 5 ár. Og juristar úti í fiskimálaráðnum hava verið samdir um, at tað er ikki spurningur um ella ikki, men at tað skal gerast.

– Og tí haldi eg, at vit nú hava hoyrt Høgna Hoydal á tingsins røðarapalli heva seg sjálvan uppum lógina, at tað verður sum hann sigur. Eg sigi bara tað, at um Høgni Hoydal við ongari avtalu um nakað sum helst 1. januar 2018 letur vera við at skriva nøkur loyvir út, so má maðurin fjernast ongantíð ov skjótt, segði Jákup Mikkelsen, tingmaður, í viðmerkingini undir viðgerðini av munnliga fyrispurninginum um lógina um vinniligan fiskiskap.