Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen í samráðingum við FSF

Jákup Ósá

Loysir helst Mogens Krogh av sum málmansvenjari á A-landsliðinum.

Loysir helst Mogens Krogh av sum málmansvenjari á A-landsliðinum.

Mogens Krogh er givin sum A-landsliðs málmansvenjari. Og nú er greitt, at Lars Olsen hevur útpeikað Jákup Mikkelsen sum avloysaran. Tað váttar høvuðspersónurin sjálvur.

– Lars Olsen hevur tosað við meg og ynskt at fingið meg sum málmansvenjara hjá A-landsliðinum. Eg havi eisini sagt, at eg havi áhuga og í løtuni eru samráðingar, men meir fái eg ikki sagt, sigur Jákup Mikkelsen.

Hann sigur, at einki nýtt er at frætta um hansara egnu fótbóltsframtíð. Hann ynskir at taka longri tíð til at hugsa um, um hann spælir aftur. Sum skilst eru møguleikarnir, at hann gevst ella at hann tekur eitt ár afturat í ÍF.