Fráboðan landsstýrismansins um at fremja stóran niðurskurð í fiskidøgum fær álvarsligar avleiðingar fyri inntøkugrundarlagið og fer at merkjast í øllum samfelagnum.
Tað er undrunarsamt og tykist púra óseriøst, tá ið Torbjørn Jacobsen als ikki tekur upp á tungu, hvat hann ætlar við sparingum í almennu útreiðslunum, ið økjast sum ongantið fyrr.
Bara at gera seg inn á inntøkurnar og so lata útreiðslurnar økjast – tað hongur ikki saman.
Tað tykist sera løgið, at landsstyrismaðurin í tilfeingismálum hevur lyndi til at reypa sær av, at hann torir at lækka fiskidagarnar meir enn nakrantíð og harvið skræða grundarlagið undan stórum parti av fiskivinnuni.
Tað er onki sum helst at reypa sær av. Tvørturímóti er tað bæði syrgiligt og skomm, at reyp, buldur og brak skal eyðkenna fiskivinnupolitikkin.
– – –
Vit hava havt eina trupla tíð í fiskivinnuni.
Serliga er tað oljuprísurin, men eisini smáfallandi fiskiskapur og ónøktandi fiskaprísir, sum hava elvt til trupulleikarnar.
Tíbetur vísir tað seg, at broytingar eru á veg.
Vit hoyra um nógvan gróður og lív í sjónum, vit hoyra um betri fiskiskap, og vit hoyra um, at bátarnir nú aftur fáa væl av toski.
Vit eiga sjálvandi at verða skynskom, tá ið talan er um tilfeingi í havinum, men vit eiga ikki at gloyma, at tað eru so nógv viðurskifti, sum skapa fortreytirnar fyri, um nógv ella lítið er til av fiski.
Dómadagstala
frá fiskifrøðingum
Torbjørn Jacobsen hevur boðað frá, at hann ætlar sær at gera, sum ”serfrøðingarnir” siga, og alt týðir uppá, at hann blint fylgir tilmælinum frá fiskifrøðingunum.
Hesir frøðingar hava gjørt nógv burturúr hesa seinastu tíðina at ávara um álvarsligu støðuna, sum toskurin er í.
Undirtónarnir eru, at toskurin nærum er avoyddur.
Hetta sama varð sagt fyrst í 90unum, men um Ólavsøkutíð í 1995 tørnaði toskafiskskapurin fyri. Bátarnir fingu nógvan, góðan og stóran tosk.
Fiskifrøðin visti ikki tá at siga, hvaðani hesin fiskurin kom!?
Nú er spurningurin, um tað sama er við at henda. Taka toskurin og hýsan seg uppafur nú, so eru útsøgnirnar hjá fiskifrøðingunum enn einaferð tilonkisgjørdar.
Vit eiga sjálvandi at lurta eftir frøðingum, men tað kann gerast dýrt, um vit bara gera, sum teir siga.
Vit kunnu forkoma fiskivinnuni í Føroyum, og tað er tað, sum Torbjørn Jacobsen fer at gera, um hann fremur í verki tað, sum hann boðar frá í Sosialinum í vikuni.
Vónandi verða tað onkur skilafólk í samgonguni, sum steðga honum í hesum ætlanum.
Jákup Mikkelsen,
løgtingsmaður




