Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen, málmaðurin í Bøgøtu 3

Oliver Joensen

Norðoya Javnaðarfelag skipar leygarkvøldið 17. januar kl. 19.30 fyri almennari hugnaløtu í Bøgøtu 3.

Nógvir eru politisku fundirnir fyri tíðina og í so máta stendur Javnaðarflokkurin ikki aftanfyri hinar. Leygarkvøldið 17. januar kl. 19.30 skipar Norðoya Javnaðarfelag fyri hugnaløtu í Bøgøtu 3, har øll eru hjartaliga vælkomin. Sagt verður frá Javnaðarfelagnum í tíðindaskrivi til Norðlýsið, at millum annað verður høvið at síggja og hoyra orðaskiftið millum flokksformenninar. Umframt tað fer Jákup Mikkelsen at siga frá um hvussu tað hevur verið at vera yrkisleikari í Danmark, Noregi og Bretlandi.
Javnaðarflokkurin bjóðar eisini eitthvørt til matna.