Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen og konan vóru á vali

Oliver Joensen

Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin verða helst størstu flokkarnir til býráðsvalið hesafer aftur og helst verður tað í einum av hesum flokkunum vit skulu finna borgarstjóran.

Gitingarnar eru nógvar um endaliga úrslitið av valinum í Klaksvíkar Kommunu ídag. Spenningurin er hartil stórur. Norðlýsið var í valhølinum ídag tá Jákup Mikkelsen og konan vóru og valdu og fleiri halda at Jákup Mikkelsen verður fremstur í Fólkaflokkinum tá avtornar og harvið teirra boð uppá borgarstjóran.
Um Fólkaflokkurin var framgongd til hetta valið er tó óvist, tí fleiri, sum á fólkaflokslistanum til seinasta val stilla ikki upp aftur, harímillum Jógvan við Keldu við 315 atkvøðum, so spurningurin er um allar tær atkvøðurnar eisini fella til flokkin hesaferð.
Roknað verður hinvegin við, at Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri fær nógvar atkvøður hesaferð og um ikki hesir báðir flokkarnir ganga saman í samgongu, so verður tað helst annar av hesum báðum sum kemur at sita í borgarstjórasessinum komandi fýra árini.