Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen, professionellur fótbóltsleikari í mong ár: Hann spaseraði frá einum milliónasáttmála við FCK

John William Joensen

Í 1998, tá Jákup Mikkelsen leikti við Herfølge, bjóðaði danska stórfelagið FCK honum ein sáttmála, sum Jákup og Niels Christian Holmstrøm eisini tóku í hondina á hvørjum øðrum uppá, men tá Jákup fekk sáttmálan sendandi, fekk hann kaldar føtur!

– Men eg angri tað ikki, tí so høvdu vit ikki upplivað at búð í Molde, sum er tað plássið í útlondum, har vit trivust allarbest sum familja!!

Fyri stuttum var Norðlýsið á ferð í høvuðsstaðnum, har vit m.a. stukku inn á gólvið hjá Eilen og Jákupi í heimi teirra, har tey í løtuni búgva, nú Jákup gongur síðsta árið á læraraskúlanum, og Eilen arbeiðir á einum barnaansingarstovni.
Og lat tað verða sligið fast beinanvegin: Tað verður ringt at finna ein mann, ið er so óspiltur og óávirkaður av at hava verið professionellur fótbóltsleikari, sum Jákup Mikkelsen er.
Sum ein av hansara nærmastu segði, tá vit tosaðu um hetta:
– Jákup og Eilen hava búð í fleiri londum og býum, men tá tey komu aftur til Føroyar, kundi hann tað sama verið komin úr Svínoy, so føroyskur og ektaður er hann!!
Nei, Jákup fer ikki upp at flúgva fyri ein og hvønn prís. Stabilitetur og loyalitetur eru millum hansara fremstu eyðkenni. Eitt deiligt menniskja!
Soleiðis er tað, at mong kenna landsliðsmálmannin Jákup Mikkelsen – hann er og verður ein ektaður føroyingur – ja, og klaksvíkingur.
Ein av orsøkunum til tað er kanska, at hann altíð hevur verið – og er framvegis – ein heimkærur persónur, og tað dylur hann heldur ikki fyri sjálvur.

Árgangurin var
øgiliga góður
Allir føroyingar vita, at Jákup Mikkelsen er ein av Føroya allar bestu fótbóltsleikarum nakrantíð, men sum øll onnur byrjaði hann einaferð at spæla bólt í sínum heimstaði saman við øðrum dreingjum, harav vit eisini kenna fleiri sum hollar leikarar.
– Eg var heppin at vera partur av einum góðum árgangi, reint fótbóltsliga.
– Millum mínar javnaldrar, sum eru føddir í 1969-1970 kann eg nevna Harley Bertholdsen, Kurt Mørkøre, John William Joensen, Petur Ova Ellingsgaard, Elian Elttør, Jákup Oluf á Lakjuni, Pætur við Keldu, Trúgvi Poulsen, Jóhannes Helgi Glerfoss og Leif Høgnesen.
– Hetta var ein øgiliga góður árgangur, og tað sást eisini aftur í okkara úrslitum. Til dømis vunnu vit smádreingjadeildina 2 ár á rað í 1983 og 1984, og vit vunnu eisini dreingjadeildina.
– Stutt aftaná kom ein sera góður fótbóltsárgangur afturat, sum er føddur áleið 1972: Todi Jónsson, Arnold Joensen, Allan Joensen, Allan Mørkøre, Fríðin Ziskason, Jan Andreasen o.s.fr., so hetta má sigast at hava verið ein góð tíð fyri KÍ, tá allir hesir og fleiri aðrir komu upp gjøgnum deildirnar, og nógvir av hesum hava eisini myndað besta liðið hjá KÍ og føroyskan fótbólt yvirhøvur nú í nógv ár.

Jákup slapp ikki
í málið fyri JWJ

Jákup Mikkelsen, sum nú í mong ár hevur verið landsliðsmálmaður, greiðir frá, at hann upp gjøgnum tær yngru deildirnar í KÍ spældi annað hvørt ár sum málmaður, og annað hvørt ár var hann útileikari.
– Hetta var tí, at John William Joensen, sum er eitt ár eldri enn eg, eisini var málmaður, so táið hann og eg spældu í somu deild, so varð hann tikin fram um meg at verða málmaður, og so bleiv eg útileikari tað árið, tí eg vildi sleppa at spæla við A-liðnum.
– Har var einki at gera – John William var betri málmaður enn eg, so tá vit vóru saman, var tað antin út at leika ella á B-liðið.
– Eisini í unglingadeildini spældi eg fyri tað mesta sum útileikari, burtursæð frá tí fyrsta árinum – tað var í 1987 – tá var eg fyri tað mesta í málinum, tí John William ikki var so nógv heima tað árið. Men tá hann so kom aftur, varð eg sendur útaftur á vøllin at spæla, fortelur landsliðsmálmaðurin, sum slettis ikki er keddur um hetta í dag, heldur tvørturímóti.
– Tað hevur verið gevandi fyri meg, sum fótbóltsleikara, at eg í nøkur ár spældi sum útileikari, áðrenn eg bleiv málmaður burturav, tí tað hevur givið mær betri bóltteknikk, enn eg annars hevði havt í dag.
– Serliga seinni, tá reglurnar komu um, at málmaðurin ikki óavmarkað kann brúka hendurnar, er hetta komið væl við hjá mær.
– Áðrenn var tað ikki so neyðugt hjá málmanninum at duga at spæla bólt sum útileikari, men í dag er tað ein fyrimunur.

Tíðliga kjans sum
landsliðsmálmaður

Tá Jákup var annað árs unglingur, varð hann fyri fyrstu ferð tikin upp í 1. deild at spæla. Hann var tá 17 ára gamal, og framvegis var hann útileikari. Hann spældi fyri tað mesta á miðvøllinum í 1. deild.
Tað var hetta árið – í 1988 – at Jákup Mikkelsen tók endaligu avgerðina at gerast málmaður burturav.
– Símun Pauli Sivertsen var tá málmaður í 1. deild, men í einum dysti ímóti ÍF í Klaksvík bleiv hann skaddur, og eg varð biðin um at fara í mál fyri hann.
– Tá spurdi venjarin, Jens Hvidemose, um eg vildi verða málmaður hjá 1. deild, og so bleiv avgerðin tikin.
– Sama árið var eg fyri fyrstu ferð eyka landsliðsmálmaður hja a-landsliðnum. Tað var Páll Gudlaugsson, sum tók meg út til tað.

Eitt føroyameistaraheiti
og tvær steypakappingar

Árini frá 1988 og frameftir, tá Jákup var málmaður hjá besta KÍ-liðnum, upplivdi hann at vinna onkrar stórar kappingar við KÍ.
Í 1990, tá John Kramer var høvuðsvenjari, vunnu Jákup og teir steypakappingina, og ikki minst var finalan minnilig, tí hana vann KÍ ikki minni enn 6-1 á GÍ.
Árið eftir, 1991, er tað ótrúliga árið, tá Petur Mohr sum venjari leiddi eitt ógvuliga ungt KÍ-lið til at vinna føroyameistaraheitið í 1. deild eftir eina ómetaliga javnan og harðan spurt við B36. Tann dysturin, sum hetta árið situr sterkast í minninum, er heimadysturin ímóti B36 í einum av teimum allar seinastu umførunum. Hesin dysturin eigur enn metið í talinum av gjaldandi áskoðarum til ein landskappingardyst í Klaksvík (og kanska í Føroyum). Tað vóru nevniliga heilir 2200 gjaldandi áskoðarar til hendan dystin í brennandi sólskini, sum KÍ vann 3-0 við málum av Toda, Harley og Arnold – hesin sigurin avgjørdi føroyameistaraheitið til fyrimunar fyri KÍ, fyri fyrstu ferð síðan 1972!
Hetta árið stóð Jákup Mikkelsen í KÍ-málinum, og hóast hann síðani hevur vunnið fleiri stórar sigrar – eitt nú Danmarkarmeistaraheitið við Herfølge – so dylur hann ikki fyri, at júst hetta føroyameistaraheitið í 1991 við KÍ er tað meistaraheitið, sum er størst fyri hann persónliga.
Árið eftir, í 1992, var KÍ – við Jákupi í málinum – fyrsta føroyska felagið, sum spældi ein Evropa-Cup dyst. Hetta var ímóti felagnum Skonto Riga, sum vann báðar dystirnar, men KÍ skoraði tó tað fyrsta føroyska Evropa-Cup málið í fyrra dystinum, sum var á Svangaskarði, tá Olgar Danielsen skallaði bóltin í málið.
Tann seinasta stóra gull-medaljan, sum Jákup vann við KÍ í tí tíðarskeiðnum, var í 1994, tá KÍ vann steypakappingina. Finalan, sum KÍ vann 2-1 á B71, var seinasti dysturin hjá Jákupi við KÍ í tí umfarinum, tí nakrar fáar dagar eftir at hann hevði lyft steypinum í Gundadali, fluttu hann og familjan niður til Danmarkar, og so byrjaði eitt annað kapittul í søguni um Jákup Mikkelsen.

Allan Simonsen skaffaði
Jákupi kjansin í Herfølge

– Tá vit fluttu niður til Danmarkar, var ætlanin ikki frá byrjan at gera so nógv við fótbóltin, tí ætlanin var at lesa.
– Eg lovaði tó at spæla við 4. deild hjá Haslev, har systir mín búði, men Allan Simonsen, sum tá var landsliðsvenjari, hevði hug at fáa meg til okkurt størri felag.
– Jens Hvidemose, sum á sinni tók meg upp í 1. deild hjá KÍ, royndi eisini at útvega mær møguleikar í Næstved, men endin var, at eg fór til Herfølge at spæla, eftir at Allan Simonsen hevði viðmælt teimum at taka meg.
Í Herfølge kom Jákup at kenna persónar, sum hann enn í dag hevur samband við, og sum hava havt stóran týdning fyri hann, bæði sum fótbóltsspælara og sum menniskja.
Høvuðsvenjarin hjá Herfølge var tá Ole Mørch, og hjálparvenjari var Svend Knudsen.
– Svend Knudsen var ógvuliga góður fyri meg, bæði so og so. Vit blivu sera góðir vinir og eru tað enn, sigur Jákup, sum framvegis av og á ringir til Svend Knudsen, eitt nú á jólum.
– Hann var veruliga góður við okkum, og tað kom sera væl við, tí vit vóru tá júst komin úr Føroyum og høvdu ikki tær nógvu royndirnar.
– Eg lærdi øgiliga nógv í Herfølge. Tað var har, at eg fyri fyrstu ferð fekk ordiliga málmansvenjing, og tað gekk eisini ein tíð, áðrenn eg kundi bjóða av í kappingini um málmansplássið á besta liðnum.

Bjargaði brotssparki
í tí fyrsta dystinum

Tað tók Jákupi áleið eitt í Herfølge, áðrenn hann fekk fyrsta kjansin við besta liðnum.
– Hetta var í august mánað í 1995. Vit spældu ímóti Fremad Amager í steypakappingini, og Kaj Larsen, sum higartil hevði verið fastur málmaður, var skaddur, og so fekk eg kjansin.
– Eg minnist tað so sera væl. Vit vunnu dystin 3-2, og eg tók eitt brotsspark.
– Tann næsta dystin var Kaj Larsen klárur aftur, men eg bleiv aftur úttikin. Tað var ímóti Lyngby, sum Todi (Jónsson) tá spældi við.
– Tað gekk ordiliga væl hjá mær, sjálvt um vit taptu dystin 0-2. Hetta var ein ring perioda hjá Herfølge, men soleiðis byrjaði mín karriera í donsku kappingini, sigur Jákup Mikkelsen, sum 5 ár seinni – í ár 2000 – var við til at vinna danmarkarmeistaraheitið við Herfølge – ein sigur, sum var eitt satt bragd, tí um vit umrokna fólkatalið í Herfølge til føroysk viðurskifti, so svarar tað til, at ein bygd sum Húsar vinnu føroyameistaraheitið í Formuladeildini!! Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at Jákup spældi á sama liði sum tann leikarin, ið hann sjálvur heldur vera tann besta, ið hann hevur leikt saman við.
– Tað var ein danskur spanióli, sum eitur Thomas Christiansen. Hann er føddur í Danmark men er spanskur ríkisborgari. Hann hevði tá m.a. spælt við Barcelona og hevur eisini spælt 2 landsdystir við Spania.
– Hann kom heim til Herfølge úr Grikkalandi, tí hann stríddist við ein skaða. Hann var øgiliga góður, og Herfølge varðveitti hann heldur ikki leingi, áðrenn hann fór víðari til onnur størri feløg at spæla. Seinni spældi hann við týskum stórfeløgum, har hann eisini gjørdist toppskjútti.

Svartasti dysturin
var 5-5 móti HB

Hesi fyrstu árini í Danmark, tá Jákup spældi við Herfølge, kom tað fyri einar tvær ferðir, at Jákup gjørdi eitt rend heim at hjálpa barndómsfelagnum KÍ.
– Í 1995 fóru bæði Todi og eg heim at spæla við KÍ ein dyst í steypakappingini ímóti B68, og árið eftir, tá KÍ var komið í semifinaluna í steypakappingini, heittu tey aftur á meg, og eg helt, at eg skuldi endurtaka túrin.
– Men tann túrurin heim var betur ógjørdur, tí hann er mítt størsta einstaka vónbrot, tá vit tosa um fótbóltsdystir, greiðir Jákup frá.
– Hetta árið spældi KÍ ímóti HB í semifinaluni, og liðini høvdu spælt tann fyrra dystin í Klaksvík, sum var endaður við javnleiki.
– Tann seinni semifinaludysturin skuldi sjálvandi vera í Havn, og tað var til hendan dystin, at eg kom heim at hjálpa KÍ.
– Til tiðir í dystinum sá ikki so galið út, tí KÍ legði seg á odda bæði 3-1 og 4-2, og tá bert heilt fáir minuttir restaðu av dystinum var KÍ enntá frammanfyri 5-3. Men allíkavæl eydnaðist tað HB at koma aftur og javna til 5-5, og eftir longda leiktíð og brotsspørk vann HB hendan avgerandi dystin, sum eg skuldi hjálpa teimum við, men ístaðin vóru málini regnaði inn hjá mær, og ikki var tað frítt, at eg átti at havt staðið betur tann dystin. Tá stóð einki til.

Landsliðsavrik vakti
áhuga frá Hibernian

Jákup Mikkelsen var hjá Herfølge Boldklub frá 1994 til á sumri í 2001, og vóru hetta á mangan hátt spennandi og hendingarrík ár.
Vit hava nevnt, at hann í 2000 upplivdi at vinna danmarkarmeistaraheitið við liðnum, men undan tí hevði Jákup eisini upplivað nøkur spennandi ting.
Til dømis var hann í 1998 kosin ársins leikari av Ekstra Blaðnum, og tað sama gjørdu áskoðararnir hjá Herfølge hetta árið.
Tað var hetta árið, 1998, at Føroyar spældu 1-1 ímóti Skotlandi á Svangaskarði, og hesin dysturin gjørdi, at skotska felagið Hibernian vísti Jákup áhuga.
Tað eina kvøldið, tá Jákup kom heim frá venjing, kundi hann lesa í tekst-sjónvarpinum, at “Jákup Mikkelsen skal til Hibernian fyri 6-7 mill. kr.”.
Sjálvur visti Jákup einki um nakað slíkt, men hann fann seinni útav, at bæði Hibernian og FCK hesa tíðina høvdu víst honum áhuga, og at Herfølge hevði sett tey bæði feløgini upp ímóti hvørjum øðrum – óivað fyri at fáa prísin so høgan sum gjørligt.

Nær við at skriva
sáttmála við FCK

Nakað eftir hetta setti ein vinmaður hjá Jákupi seg í samband við FCK og fregnaðist um áhugan hjá FCK í Jákupi, og fann hann útav, at felagið tá (í 1998) hevði víst áhuga í Jákupi og hevði tosað við Herfølge, sum hevði kravt at fáa 4-5 mill. fyri hann.
– Úrslitið av hesum gjørdist, at ítróttarstjórin í FCK, Niels Chr. Holmstrøm, kom heim til okkara til ostemad og at geva mær eitt tilboð um sáttmála, fortelur Jákup Mikkelsen.
– Tann vitjanin endaði við, at vit báðir tóku í hondina á hvørjum øðrum.
– Eg skuldi sjálvandi til eina læknakanning, og nakrar dagar eftir vitjanina kom kontraktin sendandi við postinum.
– Men so fekk eg kaldar føtur!!
– Tá ein í dag fortelur hesar hendingarnar, kann tað skjótt ljóðað løgið, at ein fekk kaldar føtur yvir fyri FCK, men tað var sjálvandi ikki uttan orsøk. Eg hevði lovað John Faxe Jensen venjara, at eg skuldi tosa við hann áðrenn eg fór nakran veg.
– Faxe, sum hevði spælt í Onglandi, við Arsenal í nøkur ár, vildi royna alt fyri at fáa meg til Onglands, og sjálvandi var tað ein spennandi møguleiki, sigur Jákup, sum heldur ikki í dag iðrar seg um hesa avgerðina.
– Tað er ikki nakað, sum eg angri í dag, tí so hevðí eg mist ta bestu upplivingina, ið vit sum familja høvdu í útlondum hesa tíðina.

Tíðin í Molde tann
besta hjá familjuni

Jákup sipar her til tíðina í Molde, hagar tey fluttu á sumri í 2001.
– Um eg var farin til FCK, so høvdu vit ikki upplivað at búð í Molde, sum er tað plássið í útlondum, har vit trivust allarbest sum familja!
– Vit vóru í Molde frá 2001 til 2003, og hóast tað ikki gekst so væl fótbóltsliga har, so var Molde eitt tað besta staðið. Har var gott fyri familjuna, siga bæði Jákup og Eilen við ein munn.
Jákup flutti fyrst sjálvur til Molde, og var einsamallur har í eitt hálvt ár, men so flutti restin av familjuni eisini.
– Tað fyrsta hálva árið spældi eg nakrar dystir við besta liðnum, men so byrjaði at ganga meira strilti, og í umleið 1½ ár var eg á beinkinum og spældi við eykaliðnum.
– Meðan vit vóru har, kom felagið í fíggjarligar trupulleikar, og leiðslan í felagnum breyt tí sáttmálarnar við leikararnar av. Teir vildu hava leikararnar niður í løn.
– Teir søgdu tá við meg, at teir høvdu ætlanir um at brúka meg til ymiskar aðrar uppgávur í felagnum, men tá hugsaði eg fyrst og fremst um fótbóltin, og eg vildi tí heldur sleppa víðari til okkurt annað felag.
– Tað eydnaðist eisini, men er tað nakað, sum eg kanska angraði seinni, so var tað hetta, at eg fór frá Molde júst tá, tí stutt eftir tað, bleiv fyrstimálmaðurin hjá Molde, Eddie, skaddur.
– Um eg tá hevði verið verandi, so hevði eg fingið kjansin á besta liðnum!

Munur er á
mentanum

Seinasta útlandið, har Jákup Mikkelsen royndi seg sum fulltíðar yrkisleikari, var í Skotlandi.
Partick Thistle var felag í bestu skotsku deildini, Scottish Premier League (SPL), og tað byrjaði bara væl hjá Jákupi har.
– Áðrenn kappingina spældi eg við nakrar dystir, men síðan fekk eg truplari við at halda plássið.
– Samanlagt fekk eg 5 premier league dystir, sigur Jákup, sum hevur alt gott at bera skotum.
– Skotar vóru ótrúliga fittir og fyrikomandi, og eg hevði eisini ein dámligan persón sum venjara, staðfestir Jákup, sum tó upplivdi, at umhvørvini og mentanirnar eru ymiskar frá landi til land.
– Vanliga fólkið í Skotlandi var sera blítt og menniskjaligt, men hinvegin vil eg siga, at eg har upplivdi eitt øðrvísi og harðari umhvørvi millum leikarar og venjara.
– Tað bleiv sagt munandi meira kontant við leikarar, tá okkurt gekk illa í hond. Tað kundi vera eitt sindur ógvisligt fyri meg at uppliva, men soleiðis eru mentanir og umhvørvi ymisk.

Hægst leikferð
var í Skotlandi

Nú Jákup Mikkelsen hevur spælt bólt á hægsta støði í trimum av okkara grannalondum, er hann einabestur at døma um støðið og ferðina í fótbóltinum í hesum londum.
– Tað er øgiliga stórur munur á Danmark, Norra og Skotlandi, bæði fótbóltsspælið og mentanin.
– Danir eru góðir tekniskt og spæla nógv “ball posession”, har bólturin verður fluttur nógv millum egnar leikarar.
– Í Norra er leikferðin hægri enn í Danmark, spælið er meira beint fram, og fleiri mál verða eisini skotin har. Spælið er meira fysiskt enn í Danmark, eisini fyri málmannin. Men eitt var tó heilt øðrvísið, enn eg hevði væntað, í Norra: málmaðurin var friðaður í málteiginum.
– Teir fyrstu dystirnar áðrenn kappingina í Skotlandi varð eg bilsin av, hvussu góðan fótbólt teir spældu. Bólturin varð spældur skjótt út á vengurnar. Men so tá kappingin byrjaði, broyttist spælið til tað verra. Bólturin varð buldraður fram á vøllin, “kick and rush”. Leikferðin í Skotlandi er uppaftur hægri enn í Norra, men spælihátturin er einfaldur, staðfestir landsliðsmálmaðurin, sum í 2004 endaði sína yrkisleið í útlandinum og valdi at koma heimaftur á klettarnar, so sum tað alla tíðina var ætlanin at gera.

Fótbólturin hevur
givið okkum nógv
Góðu fótbóltsevnini hjá Jákupi hava hesi seinastu árini ført hesa familjuna í fleiri ymisk lond og býir, til tey fyri góðum 3 árum síðan fluttu heimaftur á klettarnar, og tá vit spyrja, dylja tey ikki fyri, at hesi árini hava verið góð og gevandi fyri tey.
– Upprunaliga fóru vit niður í lestrarørindum, men so kom fótbólturin uppí og dró okkum víðari, eisini millum lond, og tíbetur kunnu vit siga, at fótbólturin hevur verið positivur fyri okkum, siga tey við ein munn, bæði tvey.
– Vit hava havt nógvar góðar løtur. Tað er púra vist.
– Tað hevur alla tíðina verið ætlanin at koma aftur hendanvegin, og nú lagaði tað seg soleiðis, at Jákup kundi gera seg lidnan við læraraútbúgvingina her heima. 

Norðlýsið takkar Jákupi og Eilen fyri blíðskapin og hugnaligu samrøðurnar.