Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mørk: B36 vinnur FM

Jákup Ósá

5 spurningar um Effodeildina 2017. Jákup Mørk er næstur í røðini at meta um Effodeildina 2017. Jákup er fyrrverandi ítróttarredaktørur í Sosialinum, so hann kennir føroyskan fótbólt sera væl gjøgnum nógv ár. Hann hevur seinastu árini verið tætt tilknýttur til B36, har hann eisini hevur verið partur av leiðsluni. Jákup væntar nógv av sínum monnum í ár.

1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sum tú væntar at hon verður:

1B36

2KÍ

3NSÍ

4HB

5Víkingur

607 Vestur

7Skála

8 TB/FC Suðuroy/Royn

9ÍF

10EB/Streymur


2. Hví væntar tú, at júst B36 vinnur FM?

B36 hevur seinastu 3-4 árini verið tað liðið, sum hevur spælt besta fótbóltin í Føroyum. Samstundis er talan um eina sterka eind, har hvør maður arbeiðir hart fyri liðnum. Vit hava mist onkrar spælarar, men felagið hevur handlað skilagott, umframt at fleiri blaðungir mans eru á gáttini til at fáa heilt nógva spælitíð.


3. Hvør verður ársins leikari í ár?

Um vit skulu enda ovast, so skal Lukasz Cieslewicz vísa, hví hann síðani 2011 hevur verið roknaður sum ein tann besti spælarin í Føroyum.


4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?

Eingin ivi er um, at spælarar sum Albert Adu, Philip Lund, Adeshina Lawal og kanska onkur av nýggju spælarunum hjá HB verða stórir profilar. Men rokna sum value for money vænti eg, at Patrik Johannesen (B36) verður heilt framúr.


5. Hvat væntar tú av tínum liði í ár og hví enda teir har sum teir enda?

Eg vænti mær fyrst og fremst hart arbeiði og ein vilja til at gera sítt allarbesta – hvørja ferð. Hópurin hevur í fleiri ár víst, at sum eind er liðið ótrúliga sterkt, og tað er fyrst og fremst hetta, sum hevur borið liðið somikið langt. Samstundis hava vit profilar, sum kunnu traðka til í avgerandi løtunum. Tað er mest sum óhugsandi, at vit verða raktir eins hart av skaðum í ár, sum vit vórðu tað í fjør, og við eitt lítið sindur av hepni kunnu vit koma heilt upp.