Byggningarnir í føroyska sjúkrahúsverkinum hava havt eina langa søgu við krotusmiði og forfalli. Men seinastu árini er ein miðvís nýbygging og útbygging farin fram á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum soleiðis, at nú er komið til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Nú er so stundin at enda komin til, at byggja nýtt sjúkrahús í Klaksvík. Komið er “Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum”, sum millum annað ræður til munandi ábøtur á byggningarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri at klára komandi avbjóðingar.
Starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur longu í drúgvum bólkaarbeiði gjørt eitt tilmæli til leiðsluna viðvíkjandi metta tørvinum. Í løtuni verður so bíðað eftir eini minni játtan frá Landsstýrinum fyri at seta gongd á málið.
Hetta eru góð tíðindi fyri borgarnar í Norðuroyggjum, Eysturoy og restini av Føroyum. Tað nýggja Klaksvíkar Sjúkrahús verður sostatt tann seinasti luturin í nýggju og framkomnu karmunum um Sjúkrahúsverk Føroya.
Tað er alneyðugt, at borgarin kemur í fokus tá byggt verður. Vit eiga av álvara at umhugsa, at savna sjúkrahús, kommunulæknar, nærverk, apotek, heinasjúkrasystrar, koyring av sjúklingum o.s.fr. alt undir eitt tak.
Hetta eigur nú, at verða raðfest ovarliga. Neyðugt er við eini nýggjari byrjan. Far á val og vel Tjóðveldi. Ein tryggd fyri vælferð, eisini í útjaðaranum.
Vinarliga –
Jákup Petersen
valevni hjá Tjóðveldinum til løgtingsvalið




