Í gjár var móttøka í Reiðarafelagnum fyri Jákup Sólstein, sum í mong ár hevur verið formaður í Føroya Reiðarafelag og eingin ivi er um at sum formaður hevur Jákup megnað at samansjóða ymisku áhugamálini í flotanum
Millum røðararnar var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum og hann takkaði fyri eitt sera gott samstarv.
Hann vísti m.a. á at Jákup Sólstein hevði sera góð evnir til at samansjóð tey sera ymisku sjónarmiðini, sum vóru hjá monnum í ymisku skipabólkunum.
– Tá avgerð skuldi takast – hevði hann styrki til at skera ígjøgnum tá allir partar kundu liva við tí sum lá á borðinum.
– Hann hevur eisini verið sera markantur – tá hann hevur úttala seg í fjølmiðlunum.
– Hinvegin hava vit havt eitt sera gott samskiftið og myndugleikarnir hava altíð kunnað roknað við teimum lyftum sum vit hava fingið frá Reiðarafelagnum.
Landsstýrismaðurin vísti á at Jákup Sólstein er ein maður sum hevur nógvar góðar kontaktir kring um í grannalondunum og tað hevur havt stóran týdning tá samráðingar hava verið um fiskirættindi.




