Borgarstjórin í Sørvági sigur at setti Sørvágur ikki pening í Vesturvón, so loysti hann ikki frá bryggju
Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu, sigur við Norðlýsið at orðsøkin til at Kommunan setti pening í Vesturvón fyrst í 70 unum, var at skipið hevði brotið motorin og peningur var ikki til umvælingar.
– Hetta var gjørt fyri at tryggja arbeiðspláss í bygdini, og tí var tað við blandaðum kenslum at ein frætti at hesi arbeiðspláss nú vóru seld av bygdini.
– Vit fara at kalla bygdarráði saman fyrst í næstu viku, og tá fara vit so at viðgera støðuna og hvat gerast skal við partapeningin í Vesturvón.
Kommunan væl fyri
Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri, sigur at Sørvágs Kommuna er væl fyri.
– Vit tóku eitt lán upp á góðar 10 mill. kr.í samband við skúlabygging men annars eiga vit góðar 5 mill. kr. á bók, so Kommunan er væl fyri.
Borgarstjórin visti ikki hvørja niðurstøðu bygdarráði fór at koma til men hann helt at tað skilabesta var nokk at selja partabrøvini.
– Hetta kemur bygdaráði at taka støðu til, og hvat síðani skal gerast við peningin dugi eg ikki at siga nú.




