Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

James Bond til Sjófólk í Norðoyggjum

Hannefía Joensen

Shell bjóðar sjófólkum í Norðoyggjum til James Bond í Atlantis.

Í samband við frumframførðsluna av nýggja James Bond filminum, Casino Royal, bjóðar Shell sjófólkum í Norðoyggjum, ókeypis atgongumerki.



Talan er um tvær sýningar, sum báðar verða fríggjadagin 29. desember – onnur kl. 14.00 og hin kl. 22.30. 



Niclas Heri Jákupsson, leiðari hjá Shell í Norðoyggjum, sigur í stuttari viðmerking, at ynskiligt hevði verið at fingið fleiri sýningar, men umstøðurnar loyva tí tíverri ikki. 



Ókeypis atgongumerkir kunnu heintast á Shellstøðini og er tað avmarka atgongd.